26.07.2013 Views

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

Galdandi stýrisskipan í Føroyum - Løgtingið

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Bankaeftirlitið skuldi fyri fyrst útinnast av einum ella fleiri av amtinum

tilnevndum persónum, meðan fútin skuldi taka sær av skipa- og

partafelagsskránni, sbr. bráðfeingis áseting nr. 13 frá 17. juni 1940 § 10

og § 12.

Fyrisiting ríkisins var fyri meginpartin løgd til amtmannin. Løgtingið

hevði tó ávíst fyrisitingarvald, og hetta fyrisitingarvald hevði løgtingið

framhaldandi. Ímillum tingseturnar virkaði trímanna nevnd, landsnevndin,

sum sett var í 1928 38 við teirri heimild, henni var givin við

løgtingslógini §19 39 at útinna løgtingsins heimildir millum tingseturnar,

og bert millum tingseturnar.

2. Støðan 1945-1948

12. mai 1945 boðaði Vilhelm Buhl, forsætismálaráðharri, í telegrammi

40 amtmanninum frá:

„Regeringen takker Dem og Deres Medarbejdere for godt udført Arbejde

under Adskillelsen. Regeringen godkender, at Amtmanden under Krigen

sammen med Lagtinget har administreret Færøerne, og at Administrationen

foreløbig videreføres paa samme maade. Haaber snart at se

Dem hernede til Konference“.

Lóggávu- og fyrisitingarskipanin helt so á sum higartil.

Løgtingið avgjørdi, og amtmaðurin staðfesti tó longu í august 1945

við bráðfeingis áseting nr. 12 frá 31.08.1945 at taka av serligu rættargangsskipanina

fyri Føroyar, og at fara undir rættargangsskipanina fyri

kríggið, har hægstirættur Danmarkar var hægsti dómstólur Føroyinga.

Við somu bráðfeingis áseting var avgjørt, at danska bankaeftirlitið aftur

skuldi taka sær av eftirlitinum við føroysku peningastovnunum.

1940 stýrisskipanarhátturin var avtikin við heimastýrislógini frá 1948.

Í § 13 er tó ásett, at tann lóggáva, sum m.a. er givin sbr. bráðfeingis

stýrisskipanini frá 1940, framvegis hevur gildi, til hon formliga verður

avtikin. Av hesi orsøk hava nakrar av teimum undir krígnum og beint

eftir kríggið givnu rættarreglur framvegis gildi í Føroyum, t.d. leigulóggávan.

66

38 . Sí Edw. Mitens, „Eg minnist – skrivstovustjóri løgtingsins“, Tórshavn 1969, bls.

5 og 8.

39 . Lov nr. 124 af 28.03.1923 om Færøernes lagting.

40 . Telegrammið er almannakunngjørt í Dagblaðnum nr. 39 frá týsdegnum

15.05.1945.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!