24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Nevndin mælir somuleiðis til, landsstýrið verður broytt frá kollegie til

ráðharrastýri. Verandi kollegialskipan hevur helst verið hóskandi tey

fyrstu árini undir heimastýrinum, tí yvirtiknu málsøkini vóru ikki so

arbeiðskrevjandi. Men síðan fyrisitingin av teimum krevjandi skúla-,

heilsu- og almannamálunum er yvirtikin eftir grein 9 í heimastýrislógini,

og landsstýrið í stóran mun hevur lagt seg út í vinnulívsmál, er

talið av málum, sum landsstýrið viðger, sera nógv vaksið.

Hjá einum kollegiestýri hevur hetta við sær, at málsviðgerðin gongur

sera seint. Fyrst skulu málini viðgerast í fyrisitingini, og síðan skulu tey

í flestum førum leggjast fyri landsstýrisfund til avgerðar.

Nevndin heldur, at við hesi skipan kunnu mál verða knýtt saman í

politiskum semjum, og harvið er vandi fyri, at avgerðirnar ikki fylgja

galdandi dómsvenju um, at ein og hvør fyrisitingarlig avgerð – fyri at

vera lóglig – skal verða grundgivin sakliga. Samstundis førir mannagongdin

við sær, at heildarsjónarmið verða fjónað.

Bæði politiska og rættarliga ábyrgdin er ógreið í einum kollegialum

stýri. Landsstýrismenn kunnu koma í ta støðu, at teir skulu fyrisita

avgerðir, sum teir ikki taka undir við, og skal hvør einstakur landsstýrismaður

hava rættarliga ábyrgd eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna

í øllum málum, sum hann atkvøður fyri á landsstýrisfundi, er

neyðugt, at hann setir seg gjølla inn í málsøkini hjá øðrum landsstýrismonnum.

Tá fyrisitingin skal fremjast saman við eini løgtingsnevnd,

er ábyrgdin so ógreið, at ongin veruliga hevur ábyrgd, heldur

nevndin.

Í einum ráðharrastýri kann hvør einstakur landsstýrismaður taka

avgerðir á sínum málsøkjum, og landsstýrisfundirnir hava meira til

endamáls at samskipa arbeiðið hjá landsstýrinum.

Samstundis hevur landsstýrismaðurin bæði politisku og rættarligu

ábyrgdina av málsøkinum og allari fyrisitingini á økinum. At ein landsstýrismaður

hevur politiska ábyrgd ber í sær, at fyrisitur hann ikki sítt

málsøki, sum ein meiriluti í løgtinginum ynskir, kann meirilutin samtykkja,

at hann skal leggja frá sær. At ein landsstýrismaður hevur

rættarliga ábyrgd, ber í sær, at hann kann setast til svars fyri einum

rætti, um hann brýtur føroyska lóggávu í síni embætisførslu.

Nevndin heldur somuleiðis, at neyðugt er, at greiðar reglur verða

settar fyri einum býti av arbeiðsøkinum millum fyrisitingina og landsstýrismenninar.

Har lóggávan greitt ásetir, hvussu fyrisitingin skal fara

fram, er ongin orsøk til, at landsstýrismaðurin tekur støðu. Hann kann

í staðin nýta sína orku til at taka sær av prinsipiellum málum og til at

16

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!