24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Sum umrøtt á bls. 59 ff ummælir landsstýrið í ávísum førum, um

ríkislóggáva skal setast í gildi her á landi.

Landsstýrið hevur sbr. § 20 í stýrisskipanarlógini heimildina at leggja

fram fíggjarlógaruppskot fyri løgtingið, og má henda grein skiljast

soleiðis, at henda heimild ikki liggur hjá øðrum t.d. vanligum tingmanni.

Løgmaður hevur eftir § 9, stk. 3, í umboðsvaldslógini serligar ábyrgdir

við tað, at

„Løgmaður ávísir allar útreiðslur úr kassa landsins og ansar, at hesar

útreiðslur eru ikki størri enn tær játtanir, sum tingið hevur samtykt.“

Eftir § 12 í umboðsvaldslógini hevur landsstýrið eisini skyldu at ansa

eftir, at játtanir verða hildnar.

Ábyrgd

Landsstýrið, sum situr, hevur onga politiska ábyrgd í formligari merking

mótvegis løgtinginum. Tað kann verða sitandi, sjálvt um tað ikki longur

hevur ein meiriluta fyri sær á løgtingi ella kanska enntá ein meiriluta

ímóti sær.

Hesa løgfrøðiligu niðurstøðu kemst til, um granskað verður í fyribúgving

lógarinnar:

Í upprunauppskotinum hjá Mitens var grein við hesi orðing: 85

„Lagtinget udnævner og afskediger Landsstyrets medlemmer“

Henda orðing hansara í stýrisskipanarlógini vann ikki frama, men

stýrisskipanarlógin nevnir í § 4 bert setanarmøguleikan, og í umboðsvaldslógini

verður í §§ 4 og 5 eisini bert umrøtt, hvussu løgmaður og

landsstýrismenn verða valdir. Heldur ikki vann eitt minnilutauppskot til

ískoyti til umboðsvaldslógina § 6 frá einum minniluta M. Holm, R.

Long og P. Petersen frama, har sagt var:

„ Landsstýrið situr ikki longur, enn tað hevur viðhald í tinginum“

Við tað, at hesi uppskot ikki vóru samtykt, má hetta merkja, at løgmaður

ella landsstýrismaður, sum ikki vil fara frá, kann ikki verða tvingaður til

tess av løgtinginum, og einasti máti hjá løgtinginum at loysa upp fyri

støðuni er at samtykkja nýval sbr. § 9, stk. 1, í stýrisskipanarlógini, og

landsstýrið má tá fara frá sbr. § 6 í stýrisskipanarlógini, men virkar sum

starvsstjórn til nýtt landsstýrið er valt. Heldur ikki løgmaður hevur

heimild at seta landsstýrismann frá.

Umboðsvaldslógin § 6, stk. 1, styðjar eisini hesi tulking tí í hesi grein

stendur, at starvstíð landsstýrisins fellur saman við løgtingsins valskeiði,

meðan § 6, stk. 2, umrøður, hvussu farast skal fram, um løgmans- ella

85 . Sí løgtingsmál nr. 1/1948 á landsskjalasavninum.

95

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!