24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

harrans. Uttan samtykki fólkatingsins kann hann tó ikki gera nakað,

sum førir við sær, at ríkið verður økt ella minskað, ella gera nakað, sum

krevur fólkatingsins meðvirkan fyri at verða útint. Sama er, um millumlanda

sáttmáli, sum gjørdur er við fólkatingsins samtykki, skal avtakast.

Einstøku ráðharrarnir kontrasignera avgerð kongs um at staðfesta

endaliga samtykt lógaruppskot sbr. grundlógarinnar § 22, og kunnu

sostatt steðga tílíkari lóg vegna tess, at kongur fær ikki skrivað undir

einsamallur sbr. § 14 í grundlógini.

Ábyrgd

Ábyrgdin hjá ráðharrunum verður vanliga býtt sundur í politiska og

rættarliga ábyrgd.

Politiska ábyrgdin merkir, at ráðharri kann verða frásettur sbr. grundlógarinnar

§ 15, stk. 1, um hann ikki ber seg at, sum meiriluti á fólkatingi

ynskir. Eftir § 15, stk. 1, kann fólkatingið samtykkja, at ráðharri skal

fara frá. Fær forsætismálaráðharri misálitisváttan frá fólkatinginum,

biðir hann kong um, at allir ráðharrarnir verða loystir úr starvi. Ráðharri,

sum hevur fingið misálit fólkatingsins, heldur fram, til nýggjur

ráðharri er tilnevndur, men kann sbr. § 15, stk. 2, síðsta pkt., bert gera

tað, sum ikki tolir at setast út. Eitt serligt slag av misálitisváttan eru teir

sokallaðu „kabinettspurningarnir“, t.e. at stjórnin frammanundan, at

hon hevur lagt uppskot fyri fólkatingið, sigur, at um uppskotið fellur, so

verður hetta roknað sum ein „kabinettspurningur“, t.e. at stjórnin so

leggur frá sær av sínum eintingum. Formliga er ikki talan um misálitisváttan

við tað, at stjórnin tá sjálv ger av, hvørji uppskot eru „kabinettspurningar“,

og hon kann verða sitandi, sjálvt um tingið er ímóti einum

uppskoti, hon hevur lagt fram. § 15, stk. 1, er bert galdandi, tá ið

fólkatingið beinleiðis samtykkir misálit sítt á stjórnina.

Rættarliga ábyrgdin merkir, at ráðharri kann setast til svars fyri

einum rætti, um so er, at hann brýtur lóggávu Danmarkar í sínari

ráðharraembætisførslu. Hildið hevur verið, at slík mál eru á markinum

millum løgfrøði og politikk, og tí eru settar serligar reglur fyri viðgerð

av slíkum málum. Ákæra í slíkum málum verður reist, um kongur við

kontrasignaturi frá forsætismálaráðharranum ger hetta av, ella um

fólkatingið samtykkir ríkisrættarákæru ímóti ráðharra sbr. grundlógarinnar

§ 60. Serligur dómstólur dømir slík mál – ríkisrætturin. Í ríkisrættinum

sita 15 hægstarættardómarar og 15 dómarar, sum valdir verða

av fólkatinginum fyri 6 ár, sbr. grundlógarinnar § 59, stk. 1. Greiniligari

reglur um virki ríkisrættarinnar eru ásettar í lovbekendtgørelse nr. 641

53

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!