24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

administration. Angaaende saadanne Ordninger vil der kunne træffes

Aftale i de enkelte Tilfælde. Om Ordningen derefter skal gennemføres

ved Lov, herunder Finanslov, eller ved administrativ Bestemmelse, maa

bero paa Forholdets nærmere Beskaffenhed.“

Stýrisskipanarligi munurin á málum, sum yvirtikin verða, og á málum,

sum løgd verða til heimastýrið at gera reglur fyri og fyrisita sbr. § 9, er,

at eftir § 9 kann ríkislógin seta ávísar karmar fyri, hvussu reglurnar, sum

settar verða út í Føroyum, skulu ljóða, og kann einsamalt taka av slíka

heimildarlóg. Hetta ber ikki til í málum, sum formliga verða yvirtikin

sbr. heimastýrislógini, við tað at heimastýrislógin, sum umrøtt á bls. 69,

kann ikki strikast av fólkatinginum einsamøllum.

Sbr. § 9 verða málsøki partvís umsitin á føroyskum hondum, sum

annars kundu verið yvirtikin sum sermál. Illgruni kann vera um, at

fyrisitingin er kanska framd á henda hátt, fyri at heimastýrið ikki skal

koma undir regluna í § 2 um, at tá ið heimastýrið yvirtekur málsøki, fær

tað til „..fylgju, at heimastýrið tekur á seg tær útreiðslur, ið fylgja við

teimum“.

Hetta er innan tey fíggjarliga sera útreiðslukrevjandi málsøkini.

Heilsulóggáva

Skúlamál

Almannalóggáva

Skipanin sbr. § 9 fer fram við sokallaðum rammulógum, tað eru ríkislógir,

sum geva heimastýrinum heimild at áseta lóggeva og fyrisita

innan teir karmar, lógin setur.

Innanfyri skúlamálini er soleiðis t.d. litið heimastýrinum til at áseta

reglur fyri fólkaskúlan við „lov nr. 51 af 14.02.1979 for Færøerne om

folkeskolen“, sum setur ytri karmar fyri fólkaskúlan, m.a. minst 7 ára

undirvísingarskyldu fyri børnini sbr. § 3, og í § 4 verður ásett, at

undirvísingin er ókeypis, men gevur annars í § 7 heimastýrinum hesa

heimild:

„Færøernes hjemmestyre fastsætter de nærmere regler om folkeskolen på

Færøerne, herunder om folkeskolens formål og styrelse, om undervisningens

indhold , omfang og tilrettelæggelse samt om undervisningspligtens

opfyldelse“

Samsvarandi hesi heimild er so sett út løgtingslóg nr. 21 frá 22.03.1979

um fólkaskúlan við seinni broytingum.

Á sama hátt fyrisitur landsstýrið raksturin av sjúkrahúsverkinum sbr.

„lov nr. 621 af 22.12.1976 for Færøerne om sygehusvæsenet“, og onnur

málsøki innan heilsuverkið verða eisini fyrisitin á henda hátt. Somuleiðis

77

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!