24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

er ongantíð styttri enn 5 ár sbr. § 9. Vanligu endurgjaldsreglurnar hvíla

á landsstýrismonnunum fyri skaða, teir hava framt í tænastuni.

Heimild at melda brot á lógina hava bert løgtingið og landsstýrið sbr.

§ 11, stk. 1. Hetta má undir núverandi umstøðum skiljast soleiðis, at ein

meiriluti av øllum løgtingsmonnum sbr. stýrisskipanarlógini § 26 hevur

samtykt at melda, ella landsstýrið á fundi sbr. umboðsvaldslógini § 8,

stk. 2, hevur samtykt at melda.

Hóast meldað er, so hevur landfútin – helst út frá eini løgfrøðiligari

meting av, at rættarmál ikki vil føra til dóm – sbr. § 11, stk. 2, heimild til

at gera av, at ákæra ikki skal setast fram.

Verður ákæra reist, fer sakarmálið fram sum nevningamál sbr. áður

umrøddu § 687 stk. 2 í rættargangslógini.

Sjálvstøðugar nevndir við fyrisitingarvaldi

Í ávísum førum er endaliga fyrisitingarheimildin á ávísum málsøki við

løgtingslóg løgd uttanfyri løgtings- og landsstýrisfyrisitingina.

Hetta kann hava verið gjørt av fleiri orsøkum, eitt nú at ynskt verður,

at nevndin skal umboða ávíst sjónarmið burturav, at nevndin skal

umboða ávísar yrkis- ella áhugabólkar ella, at nevndin skal hava í sær

eitt fólkaligt element.

Dømi um slíkar nevndir eru: Náttúrufriðingarnevndirnar, landsskúlarráðið,

húsdýranevndin, jarðarráðið, landsskattanevndin, sjúkrahússtýrini,

útvarps- og sjónvarpsnevndir o.fl. 88

Ymsar ásetingar um stýrisskipanina í Føroyum innanhýsis

Eftir stýrisskipanarlógini § 19, 1. pkt, má eingin skattur verða álagdur

ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Eftir somu lóg § 19, 2. pkt, 1. lið, má lán ikki upptakast uttan

samsvarandi løgtingslóg, og verður henda grein í verki tulkað soleiðis,

at heldur ikki má veitast veðhald fyri láni uttan samsvarandi løgtingslóg.

Fastogn landsins má heldur ikki verða seld uttan heimilað í løgtingslóg

sbr. § 19, 2. pkt, 2. liði. Sama er við nýtslurætti, sum gongur yvir so

langa tíð, at hann kann sigast at vera nærum líka bindandi sum avhending.

Eftir § 21 í stýrisskipanarlógini má skattur ikki verða kravdur, so

leingi fíggjarlóg fyri galdandi fíggjarár ikki er endaliga samtykt á løg-

98

88 . Ein sera gjøllig løgfrøðilig lysing av virkinum hjá slíkum nevndum og ráðum

finst í bókini hjá Bent Christensen, professara dr. jur. við heitinum: Nævn og

råd, G.E.C. Gads forlag; København 1958.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!