24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Skipan

Ikki er í stýrisskipanarlógini ásett, nær løgtingið kemur saman eftir

valið, bert at tað skal koma saman innan ein mánað eftir valið sbr.

stýrisskipanarlógini § 9, stk. 2.

Áðrenn broytingina av stýrisskipanarlógini í 1985 var greitt, at tað

var løgmaður, sum ásetti, nær fyrsti tingfundur var eftir valið, við tað at

hann sbr. § 7, stk. 1, í tágaldandi stýrisskipanarlógini stevndi tingmonnum

til vanliga tingsetu ólavsøkudag, og eisini hann, sum stevndi tingmonnum

til eykatingsetu, sbr. § 7, stk. 4, og harvið eisini eftir nýval.

Í 1985 var § 7, stk. 4, broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin hevur

heimildina at stevna tinginum til eykatingsetu, meðan løgmaður framvegis

stevnir tinginum til vanliga tingsetu á ólavsøku.

Tá er sperðil komin í § 7. Løgmaður hevur nú ikki longur heimild at

stevna tinginum til eykatingsetu; hesa heimildina hevur løgtingsformaðurin.

Eftir nýval er eingin løgtingsformaður, av tí at eingin løgtingsformaður

er valdur enn, tí at fyrsti tingfundur hevur ikki verið, og

løgtingsformaðurin í gamla løgtinginum hevur ongar heimildir; hetta

løgting er jú upployst, og ikki er vist, at hann verður afturvaldur.

Formliga hevur tí eingin heimild at boða til fyrsta tingfundin og

áseta, nær hann skal verða. Í verki hevur støðan tó verið tann, at

løgmaður hevur framhaldandi stevnt tingmonnum til fyrsta tingfundin,

og er heimild hansara fyri hesum javndømi av § 7, stk. 1, við tað at

fyrsti fundur eftir val kann sigast at verða fyrsta vanliga tingsetan eftir

valið. Sbr. § 2 í tingskipanini frá 06.09.1985 fer fram val av løgtingsformanni

og næstformonnum hvørja ferð, tingseta byrjar, og sostatt

eisini á fyrsta tingfundi eftir nýval. Eftir tingskipanini § 2, stk. 4, kunnu

10 tingmenn við 3 daga frest og við góðkenning tingsins krevja, at

formansskapurin verður valdur av nýggjum.

Virki løgtingsins er býtt upp í tær sokallaðu tingseturnar, tað er ávís

tíðarskeið, sum tingfundirnir fyrr vóru savnaðir saman um, og tingmenn

komu av bygd til Havnar og gistu so leingi, tingfundir vóru. Seinastu

árini eru hesir fundir ikki longur lagdir í einum samanhangandi tíðarskeiði,

við tað at tingmenn ferðast til Havnar til hvønn fundin sær.

Ólavsøkudag ganga tingmenn skrúðgongu 72 úr tinghúsinum í dómkirkjuna

og aftur í tinghúsið, har vanliga tingsetan verður sett. Er hesin

84

72 . Í uppriti um ting og ávísar tingsiðir dagfest 26.10.1993 sigur landsskjalavørðurin

og fyrrverandi tingmaðurin Jóannes Dalsgaard soleiðis frá skrúðgonguni: „Tað

er ikki lætt at siga við vissu, um skrúðgongan á ólavsøku, soleiðis sum nútíðin

kennir hana, er fyrndargamal siður, men nógv bendir á, at so er. At sjálv

tingsetanin alla søguliga tíð hevur havt stóran hátíðardám, benda allar

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!