24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

IV Viðmerkingar til

einstøku greinirnar

Ad § 1:

Greinin ásetur valdsbýtið í yvirtiknum málum, og er samsvarandi

valdsbýtinum soleiðis, sum hetta er í fólkaræðisligu londunum uttanum

okkum, m.a. íslendsku stjórnarskránni § 2, donsku grundlógini § 3,

norsku grundlógini §§ 3, 49, 78, 79, 88 og § 90, svensku grundlógini 1.

kap §§ 4, 6 og 9 og óskrivaðu stýrisskipan Bretlands.

Endamálið við greinini er, at valdsbýtið í teim yvirtiknu málunum í

føroyska samfelagnum skal fara fram soleiðis, at stýrisskipanarligu størvini

verða sundurbýtt millum javnbjóðis kreftir á ein tílíkan hátt, at tær

ansa eftir hvør øðrum í javnvág sbr. teim av tí franska heimspekinginum

Montesquieus ásettu politisku grundreglunum.

Í uppskotinum verður brúkt orðingin „yvirtikin mál“. Nevndin hevur

ikki viljað brúkt orðingina føroyskt sermál, tá ivi kann vera um, hvussu

hetta hugtak skal tulkast eftir heimastýrislógini. Hetta kann bæði tulkast

at vera tey mál, sum standa á lista A og B og eru yvirtikin, men kann

eisini skiljast sum øll tey mál, sum standa á hesum listum, hóast tey ikki

eru yvirtikin av heimastýrinum. Við orðingini „yvirtikin mál“ hevur

nevndin eisini viljað gjørt greitt, at orðingin eisini fevnir um tey mál,

sum yvirtikin eru eftir § 9 mannagongdini.

Innihaldið í greinini ger endaliga valdsbýtið upp í yvirtiknum málum,

og førir m.a. við sær, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið ikki

kann lata hetta vald frá sær sjálvt, heldur ikki við løgtingslóg. – Ein

avleiðing av greinini er, at Føroyar ikki kunnu fara upp í ES, uttan at

lógin verður broytt, við tað at ES tá fær ávísar heimildir, sum umrøddu

stovnar í dag hava.

Um 1. pkt. í greinini er at viðmerkja:

Hvør, ið lóggávuvaldið hevur í yvirtiknum málum, er ásett í heimastýrislógarinnar

§ 4, 2. stk., nevniliga soleiðis, at løgtingið samtykkir og

løgmaður staðfestir løgtingslógir, og er 1. pkt. í greinini sostatt bert ein

endurtøka av galdandi rættarstøðu.

„Lóggávuvaldið“ í greinini merkir eitt nú heimildin at áseta almennar

rættarreglur mótvegis borgaranum og tí almenna innan teir karmar,

grundlóg, heimastýrislóg og stýrisskipanarlóg annars áseta. Ilt er nærri

at útgreina merkingina av orðingini í stuttari lýsing. Tó liggur sum

173

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!