24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

ikki ta støðu, at dómsvaldið, sum nú er, er hjá dómstólum ríkisins. Sum

nevnt á bls. 78 kann dómsvaldið tó yvirtakast sum § 9 yvirtøka.

Ad § 41:

Stk. 1 er endurtøka av § 19, stk. 1, 1.pkt. í stýrisskipanarlógini, tó er

orðingin beinleiðis og óbeinleiðis skattir. Við hesum verður hugsað um

inntøkuskatt, toll, innflutningsgjald, meirvirðisgjald ella annað gjald av

einum hvørjum slagi. Greinin fevnir ikki um gjøld fyri tænastur, sum

tað almenna veitir av ymsum slagi ella fyri løggildingar o.t.

Stk. 2 tekur til eftirtektar tað mótmæli, sum hevur verið ímóti, at

borgarar landsins vinna sær inntøku, innflyta vøru ella fáa gjørda

tænastu í áliti til verandi lóggávu, og tað so hendir seg, at lóggávan

verður broytt við afturvirkandi gildi, so borgarin ikki kann hava álit á

lóggávuni.

Tørvur kann tó vera á at steðga spekulatión av ymsum slagi, og tí er

ásett, at skattalóg v.m. kann fáa gildi frá framløgudegnum t.v.s., tá hon

á fyrsta sinni gerst almenninginum kunnug.

Greinin er ikki til hindurs fyri ognarskatti.

Um spurningin um forboð fyri at geva lóggávu við afturvirkandi gildi

sum heild verður víst til bls. 80.

Stk. 3 er endurtøka av stýrisskipanarlógini § 21, stk. 1.

Ad § 42:

Greinin er víðkað endurtøka av § 19, stk. 2, 1. liðið, í galdandi stýrisskipanarlóg.

V.m. er sett afturat orðingini lán og borgan, og skal hetta tulkast

soleiðis, at greinin eisini fevnir um ymsar skipanir at sleppa uttanum

reglurnar í greinini eitt nú ymsar langfreistaðar langleigusáttmálar o.t.

Kommunur og kommunalir felagsskapir eru settir afturat fyri at

undirstrika, at løgtingið má áseta, í hvønn mun borgarar landsins kunnu

skuldbindast.

Ad § 43:

Stk. 1 er endurtøka av § 20, stk. 1, í stýrisskipanarlógini, stk. 2 av § 21,

stk. 2, og stk. 3 av § 20, stk. 3.

Ad § 44:

At eykajáttan eftir stk. 1 skal veitast við løgtingslóg er bert natúrligt

vegna tess, at játtanin sjálv verður veitt við løgtingslóg, og at eykajáttanin

bert er ein reel broyting av hesi løgtinglóg.

193

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!