24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

landsstýrismannaembætið verður leyst í valskeiðnum. Greinin má

skiljast soleiðis, at eingin møguleiki er at koyra løgmann ella landsstýrismann

frá í valskeiði løgtingsins, og at nýval av løgmanni ella

landsstýrismonnum bert kann fara fram, um ein ella fleiri av sitandi

landsstýrismonnum eru farnir frá.

Í verki hevur hetta eisini verið støða løgtingsins. 86 Á vári 1989 sat

landsstýrið við Jógvani Sundstein sum løgmanni og landsstýrismonnunum

Anfinni Kallsberg, Signari Hansen, Finnboga Ísakson, Karl Hera

Joensen og Torduri Niclasen.

Ósemja kom í, og nýtt landsstýrið var skipað 22. juni 1989 við

Jógvani Sundstein sum løgmanni og landsstýrismonnunum Olafi Olsen,

Signari Hansen, Jóngerð Purkhús, Ivani Johannesen og Jógvani I.

Olsen.

Landsstýrismenninir Anfinn Kallsberg, Finnbogi Ísakson og Karl

Heri Joensen søgdu seg frá sjálvbodnir 22. juni 1989, men Tordur

Niclasen, landsstýrismaður, segði ikki landsstýrissessin frá sær. Tað gjørdi

hann ikki fyrr enn 31. juli 1989, og sostatt góðtók løgtingið hann sum

landsstýrismann, hóast meiriluti á tingi ikki ynskti hann sum landsstýrismann.

Rættarliga ábyrgd landsstýrisins er umrødd í § 5 í stýrisskipanarlógini,

har ásett er, at landsstýrið stendur til svars fyri umsitingini av sermálunum,

og at ábyrgd landsstýrisins verður nærri ásett við løgtingslóg.

Í upprunauppskotið Mitens til stýrisskipanarlóg hevði hann í § 4, stk.

1, eina orðing, sum var hin sama sum orðingin galdandi § 5, stk. 1, í

stýrisskipanarlógini. Harafturat hevði hann eina orðing í stk. 2, 87 sum

segði, at:

„Lagtinget kann tiltale Landsstyrets medlemmer for deres embedsførelse.

Højesteret paakender disse sager.“

Hetta uppskot hansara vann ikki frama.

Frá tí at heimastýrið var stovnsett og til á sumri 1992, var eingin

áseting um, hvussu rættarliga ábyrgd landsstýrismanna var ásett, við

tað at eingin løgtingslóg var gjørd við heimild í stýrisskipanarlógini § 5,

sum greinaði ábyrgd landsstýrismanna nærri. Tá var ábyrgdargrundarlagið

borgaraliga revsilógin §§ 155, 156 og 157. – Einki var ásett um

formligu framferðina í lóggávuni, og málini skuldu fara fram sum øll

onnur revsimál í samfelagnum, har meldað verður til fútan, og hann so

tekur støðu til, um málið skal reisast við sorinskrivaraembætið. Einki

96

86 . Sbr. yvirlit á løgtingsskrivsstovuni.

87 . Løgtingsmál nr. 1/1948 á landsskjalasavninum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!