24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

umboðsvaldslógini, at áseta frávik frá avgreiðsluháttinum, sum ásettur

er í § 26.

Sbr. umboðsvaldslógini § 3, stk. 1, skulu fleiri enn 2 landsstýrismenn

vera, og sum kunnugt hevur talið tey seinastu nógvu árini verið 5 ella 6.

Valið av landsstýrismonnum er sbr. umboðsvaldslógini § 5 bundið á

tann hátt, at bert løgmaður hevur heimildina at skjóta upp valevni til

landsstýrismenn fyri løgtinginum; tingmenn hava ikki slíka heimild. –

Hetta merkir í roynd og veru, at setanarmyndugleikin er hjá løgmanni,

men løgtingið skal góðkenna val hansara av landsstýrismanni.

Hetta er formliga mannagongdin. Vanliga verður tó ikki sett fram

uppskot til val av løgmanni, fyrr enn samráðingar hava verið flokkanna

millum um og undir hvørjum treytum val av løgmanni og landsstýrismonnum

skal fara fram. Vanliga leiðir størsti flokkur hesar samráðingar

flokkanna millum í fyrsta umfari, men um so er, at hann við valið hevur

havt stóra afturgongd, kann henda, at hann letur øðrum flokki samráðingarleiðsluna.

Fær hesin flokkur ikki nakra semju, letur hann næststørsta

flokki hitt sokallaða „samráðingarinitiativið“, og hesin roynir seg

so. Undir samráðingunum flokkanna millum kann verða avtalað onnur

samráðingarmannagongd.

Seinnu árini hevur veruleikin verið tann, at ikki er sett fram fyri

løgtingið uppskot til løgmann, fyrr enn ein samráðingarbólkur av flokkum,

sum umboðar meiri enn helmingin av øllum tingmonnum, er

vorðin samdur um, hvør politikkur skal førast í einum rættiliga nágreiniligum

samgonguskjali, sum fer út í smálutirnar, og samdur um,

hvør løgmaður skal verða, og hvørjar landsstýrismenn, hann skal skjóta

upp fyri løgtinginum. – Ofta eru gingnir upp til 2 mánaðir, áðrenn

landsstýrið er skipað. 80

80 . Sbr. yvirliti á løgtingsskrivsstovuni kunnu hesi dømi nevnast, nær val hevur

verið, og nær landsstýrið er skipað:

Styrisskipanarlógin gildi 05.05.1948 – landsstýrið skipað 12.05.1948

Val 07.12.1950 – landsstýrið skipað 15.12.1950

Val 08.11.1954 – landsstýrið skipað 18.12.1954

Val 08.11.1966 – landsstýrið skipað 12.01.1967

Val 07.11.1974 – landsstýrið skipað 11.01.1975

Val 07.11.1978 – landsstýrið skipað 23.01.1979

Val 08.11.1980 – landsstýrið skipað 05.01.1981

Val 08.11.1984 – landsstýrið skipað 10.01.1985

Val 08.11.1988 – landsstýrið skipað 18.01.1989

Val 17.11.1990 – landsstýrið skipað 15.01.1991

93

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!