24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

lóggevandi, útinnandi og dømandi valdi.

Viðvíkjandi tí dømandi valdinum er støðan greið. Hetta vald er ikki

yvirtikið og er óheft sbr. grundlógarinnar § 3, og hini bæði valdini hava

onga ávirkan á hetta.

Viðvíkjandi lóggevandi og fyrisitandi valdinum er støðan tann, at í

upprunauppskoti hjá Mitens til eina stýrisskipanarlóg mælti hann til, at

§ 1 í lógini fekk soljóðandi orðing: 70

„Lovgivningsmyndigheden i Sager, der er overtagne som færøske særanliggender,

er hos Lagtinget og Lagmanden, hvis vedtagelser bliver at

stadfæste af Lagmanden.

Den udøvende Myndighed i færøske særanliggender er hos landsstyret“

Hetta uppskot hanasara vann ikki frama. Ístaðin var endaliga samtyktin

í løgtinginum, at

„Lóggávuvaldið í føroyskum sermálum er hjá løgtinginum“,

sbr. § 2 og í § 3 verður sagt, at

„Løgmaður staðfestir og kunngerð lógirnar, ið samtyktar eru sambært §

2“.

Í § 5 í lógini verður sagt, at:

„Landsstýrið stendur til svars fyri umsitingina av sermálunum. Ábyrgd

landsstýrisins verður nærri ásett við løgtingslóg.“

Av hesum kemur ein til ta niðurstøðu, at væl saktans hevur ætlanin við

stýrisskipanarlógini verið, at landsstýrið skuldi fyrisita, men løgtingsmenn

hildu ikki, at landsstýrið skuldi hava endaliga fyrisitingarvaldið.

Samtykt løgtingsins frá 1949 71 , endurgivin á bls. 71, lýsir eisini stýrisskipanarligu

støðu løgtingsins væl, tá sagt verður

„...at viðvíkjandi lýsing av løgtingslógum og umsiting av samtyktum er

landsstýrið bundið av løgtingsins avgerðum“.

Ætlanin við stýrisskipanarlógini var sostatt at føra víðari ta innahýsis

skipanina, sum hevði verið fyri 1940, har løgtingið var eitt fyrisitandi

ráð, eitt amtsráð, við einari landsnevnd, sum virkaði løgtingsins vegna

ímillum tingseturnar. Nú kom bert afturat, at løgtingið eisini hevði

lóggevandi myndugleika í yvirtiknum málum, og at landsstýrið, sum

kom ístaðin fyri landsnevndina, fyrisat, hóast løgtingið var saman.

Niðurstøðan er sostatt tann, at í yvirtiknum málum er valdið í

Føroyum tvíbýtt, dømandi valdið hjá dómstólum ríkisins og lóggevandi

og útinnandi valdið hjá løgtinginum, tó so at landsstýrið eisini hevur

orð at siga, men í førum má geva seg undir løgtingsins avgerðir.

82

70 . Løgtingsmál nr. 1/1948 á landsskjalasavninum.

71 . Løgtingstíðindi 1948, bls. 201.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!