24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

verður valdur fyri alt valskeiðið, tá tingið kemur saman, og situr alt

valskeiðið. Eisini er hetta neyðugt fyri at tryggja, at tann, sum valdur

verður, hevur so breiða undirtøku sum gjørligt bæði hjá eini seinni

samgongu og eini andstøðu, og at hann ikki verður gjørdur til part í

politiskum samráðingum um landsstýrisvaldið, og m.a. verður útlutaður

sum sessur í politisku kabaluni.

Í svensku grundlógini 4. kap., § 2, er eisini ásett, at ríkisdagsformaðurin

verður valdur fyri alt valskeiðið.

Ad § 10:

Til stk. 1. Í galdandi stýrisskipan § 7 verður hugtakið tingseta brúkt.

Hetta er ávíst tíðarskeið á árinum, har løgtingið er saman og viðger

mál. Grundgevingin fyri hesum var, at løgtingsmenn komu úr øllum

Føroyum til Havnar og gistu her teir dagar, løgtingið helt fundir. Øll

løgtingsmál hava sum kunnugt nr. eftir setu og árið.

Nevndin heldur, at hugtakið løgtingsseta eigur at fáa ein nýggjan

málsligan týdning soleiðis, at gamli týdningurin verður sleptur, við tað

at flestu løgtingsmenn ferðast av bygd til hvønn løgtingsfundin, og at

løgtingsfundirnir ikki longur eru trunkaðir saman ávíst tíðarskeið.

Nevndin mælir tí til, at týdningurin av orðinum løgtingsseta verður

tíðarskeiðið frá ólavsøkudegi til ólavsøkudag árið eftir, á donskum

umsett til lagtingsår.

Danir sleptu við grundlógini § 36, stk. 1, í 1953 fólkatingssetuhugtakinum

og fóru yvir til hugtakið „folketingsår“, sum virkið fólkatingsins

fevnir um.

Til stk. 2 og stk. 3. Greinin kemur ístaðin fyri § 7, stk. 1, í galdandi

stýrisskipanarlóg. Broytingin við greinini er, at eingin kunngerð verður

send út um fundin. Fundur er altíð til ásettu tíðina á hvørjum ári.

Nevndin hevur ikki endurtikið 2. pkt. í galdandi § 7, stk. 1, um, at

løgtingið verður sett dagin eftir, um ólavsøkudagurin er sunnudagur, tá

ið tað ikki kann haldast at ganga ímóti kristna grundarlagi føroyinga at

halda henda serliga hátíðarliga tingfund sunnudag vegna tess, at gudstænasta

verður hildin fyrst, og einki politiskt tjak fer fram henda dag,

men bert løgmansrøðan um støðu landsins verður hildin.

Í greinini verður nú eisini skrúðgongan ólavsøkudag lógarfest. Henda

skrúðgonga hevur ikki bert ein hátíðarligan og mentanarligan dám. Av

tí at heimastýrið ikki hevur heiðursmerkjaskipan (riddarakrossar v.m.),

so sigur røðin í skrúðgonguni nakað um hvørja tign, teir ymsu tingmenninir

og embætismenninir hava í føroyska samfelagnum.

Hægstu tign eftir uppskotinum hevur løgtingsformaðurin. Hann er

179

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!