24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

orgarum (millum 3 og 17%) kunnu reisa kravið og fáa tað lagt fyri

fólkið. Tað mest vanliga er, at slík uppskot ikki verða samtykt, men vísir

tað seg, at tey fáa óvæntað stóra undirtøku, so kann orðskiftið um málið

ávirka lóggávuna seinni.

Nevndin hevur umhugsað henda møguleika og mælir til, at hesin

spurningur verður kannaður gjøllari.

Ad § 17:

Greinin er endurtøka av § 29 í galdandi stýrisskipanarlóg. Aðrar greinir

í lógaruppskotinum føra við sær, at neyðugt er, at tingskipanin verður

endurskoðað.

Ad § 18:

Greinin endurtekur § 7, stk. 2, í verandi stýrisskipanarlóg, tó hevur

nevndin skoytt uppí, at útvarp og sjónvarp óheft av loyvi frá tinginum

kunnu senda beinleiðis frá opnum løgtingsfundum.

Sum kunnugt hevur heimild løgtingsins at hava tingfund fyri læstum

hurðum verið nýtt sera sjáldan, helst ikki síðan 1940, og roknast má

við, at undantaksheimildin bert verður nýtt undir heilt serligum umstøðum.

Ad § 19:

Eftir § 26 í galdandi stýrisskipanarlóg er ásett, at løgtingið ikki kann

gera samtykt um nakað mál, uttan at meiri enn helmingurin av tingmonnum

er á fundi og fyri málinum.

Ført hevur verið fram, 98 at henda regla í roynd og veru merkir, at

serligur meiriluti krevst til hvørt einstakt tingmál.

Henda regla tyngir um løgtingsarbeiðið, og er m.a. til hindurs fyri

sokallaðum clearingskipanum.

Mælt verður til at áseta somu reglur fyri atkvøðugreiðslum tingsins

sum ásettar eru í donsku grundlógini § 50, íslendsku stjórnarskránni §

53, svensku grundlógini 4. kap § 4 soleiðis, at uppskot er samtykt, um

meira enn helmingurin av tingmonnum eru á fundi og við vanligum

meiriluta samtykkir málið.

Eru soleiðis 17 løgtingsmenn á fundi harav 2 atkvøða fyri málinum,

1 ímóti og 14 ikki atkvøða, er málið samtykt.

182

98 . Zakarias Wang, Stjórnmálafrøði, Hoyvík 1988, bls. 186 ff.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!