24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Føroyum. Somuleiðis hevur fólkaatkvøða verið um lógina í Føroyum

28. mai 1953 við eini valluttøku uppá 7,6 % har 1158 atkvøddu fyri og

253 ímóti. 14 Eisini hava fólkatingsval verið hildin samsvarandi hesi lóg

í Føroyum eitt ótal av ferðum. Grundlóg ríkisins er eisini samsvarandi

fyrr galdandi grundlógum, nevniliga 1915 grundlógini við ískoyti í

1920, og er henda grundlógin eisini í samsvari við grundlógina frammanundan,

nevniliga 1849 grundlógina.

Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, hevur ført fram tað sjónarmið, 15

at grundlógin frá 1849, sum var endaliga lýst at galda fyri Føroyar 27.

mars 1850, ikki var heilt í samsvari við ta fyri hesa tíð galdandi grundlóg,

nevniliga kongslógina frá 14. november 1665, 16 og at hetta eigur at

hava stýrisskipanarligar avleiðingar.

Sjónarmiðið er áhugavert, men at føra hetta sjónarmið so vítt, at

hetta førir við sær, at grundlóg ríkisins frá 1953 ikki hevur løgfrøðiligt

gildi í Føroyum, ber ikki til. Sum nevnt hava rættarverjandi myndugleikarnir

frá 1849 til í dag hildið teimum galdandi donsku grundlógunum

uppi í Føroyum út frá einum sjónarmiði um, at hon er

løgfrøðiliga bindandi her á landi, og sostatt er niðurstøðan tann, at tá ið

hugsast skal um at gera nýtt stýrislag fyri Føroyar, so er tað ein løgfrøðilig

sannroynd, at lóg nr. 169 frá 05.06.1953: Danmark Riges

Grundlov má roknast at hava fult løgfrøðiligt gildi her á landi.

B. Skipan grundlógarinnar

1. Alment

Grundlógin ásetur í § 1, at hon er galdandi fyri alt ríkið, og sigur í § 2,

at stjórnarskipanin er avmarkað – monarkisk.

Í § 3 í grundlógini er ein týdningarmikil grundregla, nevniliga at

– lóggevandi myndugleikin er hjá kongi og fólkatingi í felag

– útinnandi valdið er hjá kongi

– hin dømandi myndugleikin er hjá dómstólunum.

Hetta valdsbýti er kveikt sbr. teim av tí franska heimsspekinginum

Montesquieu ásettu politisku grundreglunum í bók hansara „l’Esprit

des lois (1748)“ har hann setur fram sína læru um, at valdsbýtið skal

14 . Sbr. Dimmalætting nr. 43 frá leygardegnum 30.05.1953.

15 . Zakarias Wang, Stjórnmálafrøði, Hoyvík 1988, bls. 151, og sami høvundi,

Bergen-unionen eller EF-unionen?, Hoyvík 1993.

16 . Henda lóg segði seg at vera „fuldkommelig uryggelig og uimodsigelig forordning

og Lov til evig tid“ (inngangurin sbr. artikel 26)

49

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!