24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

§ 12, stk. 1, 2. pkt. 3 viðgerðir krevjast ikki til at samtykkja tilmæli um at

seta í gildi ríkislóg her á landi. Her krevjast bert tvær viðgerðir sbr.

tingskipanini § 12, stk. 1, 2. pkt., við tað at hesi tilmæli verða viðgjørd

sum uppskot til samtyktar.

Sbr. siðvenju, og helst við fyrimynd í grundlógarinnar § 41 stk. 4,

falla burtur øll tey uppskot, sum ikki endaliga eru samtykt, áðrenn

tingsetan endar. Løgtingið kann tó gera av, at málið fer í millumtinganevnd,

t.e. at málið verður uppafturtikið og heldur fram í komandi

tingsetu, har slept var í undanfarnu tingsetu.

Ein minniluti á løgtingi hevur eftir stýrisskipanini ikki krav uppá, at

fólkaatkvøða verður hildin um eitt samtykt lógaruppskot, og fólkaatkvøðumøguleikin

er ikki nevndur í stýrisskipanini. Einaferð síðan

heimastýrið var stovnsett er tó fólkaatkvøða hildin um samtykt løgtingslógaruppskot,

nevniliga uppskotið til løgtingslóg um innflutning og sølu

av rúsdrekka, sum er kunngjørt av landsstýrinum sum kunngerð nr. 40

frá 17.07.1973 um fólkaatkvøðu um lógaruppskotið um innflutning og

sølu av rúsdrekka. Í hesum uppskotið var í § 12, stk. 1, 2. pkt. sagt:

„Fólkaatkvøða í rúsdrekkamálinum, fyri ella ímóti tí við aðru viðgerð

samtykta uppskoti, um tað verður samtykt við triðju viðgerð, verður álagt

landsstýrinum at skipa fyri, áðrenn lógin kann verða lýst.“

Uppskotið fall á fólkaatkvøðu, og samtykta lógin var tí ongantíð staðfest

og lýst.

Í stýrisskipanarlógini § 29, er givin løgtinginum heimild at gera nærri

reglur um starv sítt í tingskipanini. Upprunaliga tingskipanin var frá

05.05.1948, men var henda skipan avtikin, tá nýggj tingskipan var sett

í gildi 06.09.1985, sum enn er í gildi.

Fundir løgtingsins verða hildnir fyri opnum durum sbr. § 7, stk. 2, tó

kann løgtingið í einstøkum førum samtykkja, at mál skal viðgerast fyri

stongdum durum, og hevur henda heimild at halda loynifundir helst

ikki verið nýtt, síðan loynifundirnar orsakað av kríggsumstøðunum í

1940. Greinin merkir, at útvarp og sjónvarp uttan loyvi kunnu varpa út

beinleiðis frá løgtingsfundum. Í praksis er tó upplýst, at tað ikki er væl

sæð, um ikki formanskapurin frammanundan hevur fingið fráboðan

um, at útvarpað ella sjónvarpað verður.

At samtykkja mál á løgtingi krevst, at meiri enn helmingurin av

løgtingslimunum er á fundi og fyri málinum sbr. stýrisskipanarlógini §

26. Hetta merkir við tingmannatalinum í dag, at 17 mans skulu atkvøða

fyri máli fyri at verða samtykt. Í upprunaliga uppskotinum hjá Mitens

til stýrisskipanarlóg hevði § 26 hetta orðaljóð:

„Løgtingið kann ikki gera samtykt um nakað mál, uttan at meiri enn

87

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!