24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Av tí at kongur er ábyrgdarleysur sbr. grundlógini, so eru sjálvstøðugu

heimildir hansara sbr. grundlógini sera avmarkaðar.

Ein týdningarmikil heimild er tó heimild hansara at gera av, hvørjum

litið skal verða upp í hendi at skipa stjórn.

Tó kann hann altíð verja verandi støðu við at lata vera við at seta

undirskrift sína á skjal, har hetta krevst. Í 1945 noktaði Christian X at

undirrita tey neyðugu skjølini í samband við náðing av deyðadømdum

fyri ymisk brotsverk undir krígnum, og var hetta persónliga grundað

hjá kongi við, at hann í sínum 76'inda ári ikki vildi taka støðu til, hvør

skuldi eirast fyri deyðadómi – og harvið óbeinleiðis hvør ikki. 17 Í hesum

føri vóru tó náðarmálini fyrisitingarliga avgreidd á annan hátt uttan

medvirkan hús kongsins.

Allar aðrar avgerðir kongs krevja kontrasignatur frá ráðharra. Hava

tær ikki tað, hava tær ikki gildi. Hetta sbr. grundlógarinnar § 14, 2. pkt.

Ráðharrin hevur so mótvegis fólkatinginum politisku og rættarligu

ábyrgdina av avgerðini. Ábyrgdin er nærri umrødd á bls. 53.

Danska stjórnin

Setan

Sbr. grundlógarinnar § 14, stk. 1, setur og loysir úr starvi kongur

donsku stjórnina og býtir málsøkini ráðharranna millum. Eisini henda

avgerð krevur kontrasignatur frá ráðharra, og nýggi forsætismálaráðharrin

skrivar tá sjálvur undir egnu tilnevning sína og hjá ráðharrum

sínum.

Sbr. siðvenju fer tilnevningin av nýggjari stjórn fram eftir serligari

mannagongd: 18

Kongur spyr seg fyri hjá teim ymsu flokkunum á fólkatingi, hvønn

teir mæla til skal fara undir at kanna møguleikarnir at skipa stjórn, sum

nú, ið drotning situr, verður kallað „dronningerunden“.

Kongur tilnevnir tá tann til kongligan kanningarleiðara, sum flest

umboðaðu fólkatingslimirnir vísa á.

Hesin kemur so til kongs og tilmælir teirri stjórn, sum kann skipast,

og sum hevur best møguleika ikki at fáa meiriluta á fólkatingi ímóti sær.

Eisini kann tað henda, at hann leggur frá sær sum kanningarleiðari og

boðar frá, at honum ber ikki til at skipa stjórn, og hann mælir kongi til

at seta nýggjan kanningarleiðara.

17 . Sbr. Dimmalætting 21. juli 1945 bls. 1 og skriv frá „De kongelige ordeners

historiograf“, Tage Kaarsted, 15.10.1993.

18 . Sí nærri um hetta lic. jur. Holger Hansen, Regeringsskiftet i januar 1993,

Juristen 1. september 1993.

51

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!