24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

muligheder for at overtage sagsområder, har som udgangspunkt haft, at

kun de sagsområder, som udtrykkelig var nævnt i lovens liste A og B,

kunne overtages som særanliggende i medfør af lovens § 2. I de senere år

har Statsministeriet imidlertidig – også ud fra en helhedsvurdering af

hjemmestyreordningen – fundet det hensigtsmæssigt i et vist omfang at

anlægge en bredere fortolkning af hjemmestyrets muligheder for overtagelser,

eksempelvis hvor der er tale om et sagsområde, som er en

naturlig bestanddel af en større samling sagsområder, der iøvrigt er

færøske særanliggender.

Afgrænsningen af det område, der kan overtages, må i disse tilfælde ske

efter forhandling mellem Statsministeriet, det pågældende resortministerium

og hjemmestyret.“

Hetta merkir, at nøkur málsøki eru, sum ikki eru nevnd á lista A og B í

heimastýrislógini, sum kunnu yvirtakast eftir lista B mannagongdini,

sum ásett er í heimastýrislógarinnar § 3.

Sum dømi um málsøki, sum kanska kunnu yvirtakast eftir hesi skipan,

kunnu nevnast:

Geodæsi (kortlegging landsins), sum hevur tætt samband við

matrikulering og tinglýsing.

Fongsulsverk og kriminalforsorg, sum hevur tætt samband við løgreglu

og almannaverk og kann yvirtakast, um hesi bæði málsøki

verða yvirtikin.

Skipaeftirlit, sjólóggáva og vitaverkið, sum hevur tætt samband við

fiskivinnu, arbeiðseftirlit og onnur teknisk málsøki, sum yvirtikin

eru.

Borgaralig tilbúgving (civilforsvar) kann helst yvirtakast eftir hesi

skipan, um so er at løgreglan verður yvirtikin vegna tess, at hetta

málsøkið hevur tætt samband við løgreglu og bruna- og bjargingarmál,

sum eru yvirtikin.

Trætur um málsræði

Eftir heimastýrislógarinnar § 6, stk. 2, verða trætur millum ríkismyndugleikarnar

og heimastýrið um, hvørt eitt mál er sermál ella felagsmál,

loystar av eini serligari nevnd, skipað av tveimum limum valdum av

ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum hægstarættardómarum.

Eru limirnir, valdir av landsstýrinum og ríkisstjórnini,

samdir, er málið loyst. Um ikki verður málið avgjørt av hægstarættardómarunum.

Einki stendur um, hvør hevur heimild at leggja spurningar

fyri nevndina; helst er tað bert landsstýrið og ríkisstýrið, sum kunnu

tað.

75

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!