24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

13.05.1948 samtykti løgtingið at yvirtaka postverkið, 47 men landsstýrið

vildi ikki fremja hesa samtykt, og avgjørdi á fundi 14.10.1948 at

siga tingmonnum frá, at: 48

„Landsstýrið peikar á, at samsvarandi § 2 í lógini um Føroya heimastýri;

er tað Føroya heimastýri, sum kann gera av, at mál, ið standa á lista A,

verða flutt til heimastýrið, og so statt krevst umframt løgtingssamtykt

eisini samtykt frá landsstýrinum“.

Rumbul stóðst av hesum, og 15. mars 1949 gjørdi løgtingið soljóðandi

samtykt: 49

“Viðvíkjandi spurninginum um yvirtøku av málum má samtykt verða

gjørd av heimastýrinum, ið eru landsstýri og løgting.

Viðvíkjandi lýsing av løgtingslógum og umsiting av samtyktum er

landsstýrið bundið av løgtingsins avgerðum.“

Postverkið var framvegis ikki yvirtikið, og førdi hetta við sær, at tingmenninir

D.P. Danielsen og Hanus við Høgadalsá settu fram uppskot

um at áleggja landsstýrinum at fremja samtyktina frá 1948 um yvirtøku,

men hetta uppskot fall, 50 og so hendi sum kunnugt einki fyrr enn í

1976.

Ávís avmarkað tjóðskaparrættindi veitir heimastýrislógin. Í § 10 er

ásett, at í danska passi føroyinga kann setast afturat „Dansk“ og „Danmark“,

„Føroyingur“ og „Føroyar“, og at munur kann vera gjørdur á

føroyingum og dønum, tá ið veljast skal til føroyskar stovnar, men tað á

annan hátt ikki kann gerast munur. Í § 11 verður føroyskt viðurkent

sum høvuðsmál, men danskt kann á sama hátt verða nýtt í øllum

almennum viðurskiftum. Í § 12 verður føroyska flaggið viðurkent sum

alment flagg í Føroyum.

Málsræði í felagsmálum

Hvørji mál eru felagsmál

Felagsmál, sum ikki kunnu yvirtakast

Uttanríkismál

Sbr. heimastýrislógarinnar § 5, stk. 2, er ásett, at ríkismyndugleikarnir

hava avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum

við útheimin, og kunnu hesi mál sostatt ikki yvirtakast. Tó verður í § 8,

stk. 3, veitt ríkisstjórnini heimild at geva føroyingum heimild at sam-

47 . Løgtingstíðindi 1948, bls. 34.

48 . Løgtingstíðindi 1948, bls. 201.

49 . Løgtingstíðindi 1948, bls. 202.

50 . Løgtingstíðindi 1950, bls. 217.

71

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!