24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

skuldu setast í verk í Føroyum. Eftir hesi fyriskipan ber til at skilja

Føroyar sum serstakt lógarøki innan danska ríkið. Men samstundis gav

hon amtmanninum sera stórt vald, tí hann fekk sambært henni rætt til

at siga, um ein donsk lóg var egnað til at galda í føroyska samfelagnum.

Statsrættarlig viðurskifti fram til 1830-árini

Eftir landnámið hava Føroyar, eins og Ísland, eina tíð verið autonomt

øki. Seinri eru bæði londini blivin norsk skattlond. Ósemja er tó um,

hvørt londini beinleiðis vóru partar av sjálvum norska ríkinum ella

høvdu leysari hjálandasamband við Noreg. Í árinum 1380 varð dansktnorska

ríkissambandið sett á stovn. Rættiliga skjótt byrjaðu Føroyar,

Ísland og Grønland at nærkast danska partinum av samríkinum. Rættarliga

minti støðan hjá londunum í Atlantshavi nógv um støðuna hjá

donsku koloniunum í Eystur-. og Vesturindia og Afrika.

Í árunum 1536-37 hendi týðandi broyting í politisku støðuni hjá

Noregi í mun til Danmark. Í § 3 í handfestninginum hjá Christiani 3.

stendur m.a.:

„ ... da skal det (Norge) herefter være og blive under Danmarks krone

ligesom et af de andre lande, Jylland, Fyen, Sjælland eller Skåne ere, og

herefter ikke mere være eller hedde noget kongerige for sig, men et

ledemod af Danmarks Rige og under Danmarks krone“.

Tað eru rættarkønir granskarar, ið siga, at støðan hjá gomlu norsku

skattlondunum eftir hetta varð nógv broytt. Frá nú av vórðu tey stýrd

av kongi og danska ríkisráðnum sum donsk hjálond ella skattlond.

Dømi um hetta er trúbótin í Íslandi. Hon varð framd við harraboði

úr Danmark – ikki Noregi. Tá Jón Arason, seinasti katólski biskupur í

Íslandi, sum sjálvur hevði verið limur í norska ríkisráðnum, setti seg

upp móti boðunum frá Chr. 3., heitti hann í skrivi til altingið frá 27.

juni 1541 á norska ríkisráðið um hjálp. Men norska ríkisráðið var ikki

til longur, og trúbótin í Íslandi varð sett í verk við danskari hermegi

undir leiðslu av donskum offiserum. Aftanfyri stóð danski kongurin,

sum framdi ætlan sína við góðkenning frá danska ríkisráðnum.

Í 1572 varð embætið sum statshaldari í Noregi sett á stovn. Hesin

embætismaður fekk lokalan myndugleika í Noregi – ikki í Føroyum og

Íslandi, sum blivu stýrd úr Keypmannahavn. Boð kongs fóru beinleiðis

til ovasta embætismann hansara í Íslandi – ongantíð um statshaldaran

í Noregi. Mestsum tað sama var galdandi viðvíkjandi Føroyum.

Eisini á merkantila økinum hendu broytingar. Í 1602 fekk „Det

islandske Kompagni“ einarætt til Íslandshandilin – og í 1619 til „Føroyahandilin“.

Við hesum vóru eisini búskaparligu bondini millum

28

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!