24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

fyrr enn hon er kunngjørd, og tí verður í greinini sagt, at um løgtingslóg

ikki er kunngjørd sbr. kunngerðarreglum, ásettar í løgtingslóg, so hevur

hon ikki lógargildi. Kunngerðin skal fara fram innan 30 dagar eftir

endaligu samtyktina í løgtinginum.

Ad § 28:

Greinin hevur sína fyrimynd í svensku grundlógini 6. kap. § 1.

Ad § 29:

Skipanin hevur sína fyrimynd í svensku grundlógini 6. kap. § 2.

Spyrjast kann, hví ikki bert hava verandi skipan, har løgtingið velur

løgmann? Svarið er, at løgtingið og landsstýrið eftir § 1 eru tveir óheftir

stovnar, hvørs uppgáva m.a er at hava eftirlit hvør við øðrum, og tá ber

ikki til, at annar av hesum stovnum setur hin, setanin má verða óheft á

einhvønn hátt. Hvør skal so seta løgmann, tá ið løgtingið ikki skal?

Møguleikarnir eru ógvuliga fáir. Heimastýrisskipanin sjálv førir við sær,

at hetta kann ikki verða nakar, sum er undirgivin ríkismyndugleikunum.

Eftir eru bert tvinnir møguleikar, at løgmaður verður beinleiðis fólkavaldur

ella, at brúkt verður hin svenska skipanin, har parlamentsformaðurin

skipar fyri tilnevning av forsætismálaráðharra. – Av hesum

møguleikum verður mælt til hin seinna.

Tilnevning av nýggjum løgmanni fer fram, tá ið løgmaður biður um

at verða loystur úr starvi, løgmaður fær tingsins misálit, ella løgmaður

doyr. Harafturímóti verður løgmaður ikki tilnevndur av nýggjum eftir

løgtingsval, uttan so er, at hann sjálvur vil verða loystur úr starvi, hann

fær nývalda tingsins misálit, ella at hann fekk tingsins misálit áðrenn

valið.

Eftir uppskotinum er ikki ætlanin, at løgtingsformaðurin skal samráðast

um setan av nýggjum løgmanni og vera við til at seta stevnumiðini

upp fyri nýggjari samgongu. Løgtingsformaðurin skal frá formonnunum

á tingi í ymsu politisku flokkunum hvør sær fáa frágreitt, hvussu

teir meta politisku støðuna, og hvønn teir mæla til sum løgmann. Út frá

hesum ger løgtingsformaðurin sær eina niðurstøðu um, hvør hevur

breiðastu politisku undirtøkuna og bestan møguleika ikki at fáa løgtingið

ímóti sær, og leggur fyri løgtingið uppskot um, at hesin verður tilnevndur

løgmaður.

Ætlanin við frestunum í stk. 2 og stk. 3 er, at tað ikki skal ganga ov

long tíð frá tí, at løgmaður er farin frá, til nýggjur løgmaður er settur.

Sostatt skal løgtingsformaðurin leggja fyri løgtingið uppskot til løg-

186

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!