24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

V Greinir í stýrisskipanarlógini,

sum ikki verða endurtiknar í

uppskoti nevndarinnar; heldur

ikki í broyttum líki

Viðvíkjandi § 1. Nevndin heldur tað ikki vera neyðugt at endurnýggja §

1 í galdandi stýrisskipanarlóg um, at Føroyar innan fyri markið í

heimastýrislógini eru sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum, tí at stýrisskipanarliga

støða Føroya longu er ásett í heimastýrislógini § 1, sum

hevur hægri gildi enn stýrisskipanarlógin.

Viðvíkjandi § 3, stk. 2. Nevndin heldur ikki, at tað skal vera

stýrisskipanarliga ásett, at løgtingslógir skulu vera orðaðar á donskum

og føroyskum.

Tað gongur ikki ímóti heimastýrislógini, at løgtingslóg bert er orðað

á føroyskum.

Í verki kann vera óheppið, so sum greitt er frá á bls. 86, um ikki

samsvar er millum føroyska og danska tekstin, og hvør tekstur er tá

tann, sum geldur. Tí er best, at orðingin bert er á føroyskum; onki er tó

til hindurs fyri, at tað í einstøkum málum verður valdur tvítekstur.

Hjá danska dómsvaldinum skuldi hetta ikki givið trupulleikar við tað,

at so nógv skjøl í einstøku málunum longu frammanundan eru á

føroyskum og skulu umsetast av fullkønum umsetara, og tað í nógv ár

hevur borið til hjá dómsvaldinum at døma eftir kunngerðum landsstýrisins,

sum bert eru á føroyskum.

Viðvíkjandi § 11. Nevndin heldur ikki, at tað er neyðugt at endurtaka

§ 11 í stýrisskipanarlógini um tænastumannaviðurskifti. Hetta kann

verða ásett við løgtingslóg og, at landsstýrið tilnevnir tænastumenninar,

fylgir av, at landsstýrið hevur hitt útinnandi valdið.

Viðvíkjandi § 19, 2. pkt., 2 lið. Eftir § 19, 2. pkt., 2 lið, í galdandi

stýrisskipan má fastogn landsins ikki seljast ella latast av hondum ella

nýtslurættur av hesi uttan sbr. løgtingslóg. Nevndin heldur ikki slíka

ásetan vera neyðuga og heldur, at hetta kann vera hóskandi at lata

landsstýrinum sjálvum upp í hendi alt eftir, hvussu umstøðurnar eru.

Nógv størri avgerðir kann landsstýrið taka uttan løgtingsins loyvi, t.d.

kunnu skip ella aðrar líknandi ognir seljast uttan loyvi.

199

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!