24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

6. Frælsisrættindi og aðrar fyriskipanir

Grundlóg ríkisins veitir borgarum ríkisins ávís rættindi, sum lóggávuvaldið,

bæði ríkismyndugleikar og heimastýrismyndugleikar, ikki kunnu

skúgva til viks. Hesar reglur standa í grundlógarinnar § 67 og § 68, §§

70-79 og § 82. M.a. veita hesar reglur trúarfrælsi, ávísa rættartrygd

undir handtøku, fongsling, húsarannsókn, rætt til at skriva uttan sensur

og rætt til endurgjald undir ognartøku. Ásett er, at miðjað skal verða

ímóti, at hvør arbeiðsførur borgari í landinum hevur arbeiði. Almannahjálp

hevur borgari eisini eftir hesum reglum krav uppá í ávísan mun

og rætt til frían fólkaskúla.

C Føroyski ummælisrætturin

1. Reglur, sum bert viðvíkja Føroyum

Sbr. heimastýrislógini § 7, stk. 1, 1. pkt., skulu lógaruppskot frá donsku

stjórnini, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til

álitis, áðrenn tey verða løgd fram fyri ríkisdagin, nú fólkatingið.

Ásetanin snýr seg bert um stjórnaruppskot. Er uppskotið lagt fram av

fólkatingsmanni, krevst ikki ummæli frá heimastýrinum.

Greinin snýr seg um uppskot „ið bert viðvíkja Føroyum“, og hevur ta

avleiðing, at uppskot til lógir, sum eru av almennum slagi t.d. lóggáva

um partafeløg, ikki fella inn undir orðaljóðið í greinini, og har krevst

ikki ummæli frá heimastýrinum, áðrenn málið verður lagt fyri fólkatingið.

Einki stendur í § 7 um, at kongligar fyriskipanir, sum bert viðvíkja

Føroyum, skulu sendast heimastýrinum til ummælis, áðrenn tær verða

settar í gildi (um kongligar fyriskipanir, sum seta lóg í gildi, sí niðanfyri).

Rímiligt er tó at nýta § 7 til javndømis í hesum førum.

Somuleiðis stendur einki í § 7 um, at bekendtgørelser, sum bert

viðvíkja Føroyum, skulu sendast heimastýrinum til ummælis, áðrenn

tær verða settar í gildi. Rímiligt er tó eisini í hesum føri at nýta § 7 til

javndømis.

Sbr. heimastýrislógarinnar § 7, stk. 2, skal

„.. á sama hátt verður framfarið viðvíkjandi sáttmálum og øðrum internationalum

semjum, sum krevja ríkisdagssamtykt (nú fólkatingssamtykt), og

sum nerta við serlig føroysk áhugamál“.

Sostatt skulu millumtjóða sáttmálar, sum bert viðvíkja Føroyum, leggjast

59

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!