Create successful ePaper yourself
Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.
– Sbr. løgtingslóg nr. 78 frá 21.05.1982 um loðdjórahald § 1 er landsstýrinum

heimilað saman við lógarnevnd løgtingsins at gera reglugerð

um loðdjórahald í Føroyum.

Løgtingið velur nevndarlimir í rættiliga nógvar nevndir, sum hava

fyrisitandi vald. Hesar nevndir kunnu býtast upp í 3 bólkar, nevniliga

1. nevndir, sum valdar verða sbr. lóg ella løgtingslóg

2. nevndir, sum valdar verða sbr. løgtingssamtykt

3. nevndir, sum valdar verða sbr. samtykt í privatum ella hálvalmennum

feløgum.

Til 1. bólkin kunnu nevnast limir í jarðarráðið, eftirlitismenn við varðhaldsfangum

sbr. rættargangslógini § 779, limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin,

nevndarlimir í íleggingargrunnin, kommunala lánigrunnin,

landbúnaðarstevnu og yvirlandbúnaðarstevnu, limir í umsjónarráð

landsbankans, landsskattanevndina, landsskúlaráðið, eftirlitisnevnd viðvíkjandi

løgregluni, nevndarlimir í lønarráðið, menningargrunnin,

náttúrufriðingarnevndirnar og yvirfriðingarnevndina, nevningagrundlistanevndir,

ráðleggingarnevnd fyri sjúkrahúsini, realkreditstovnin,

sjónvarpsnevndina, sjúkrahússtýrini, skógfriðingarnevndina, tryggingarsambandið,

útskiftingarstevnu, útvarpsnevnd, vanlukkutryggingarráðið,

yvirprísráðið. – Harumframt fer fram val til løgtingsvalnevndirnar.

Til 2. bólkin kunnu nevnast val av nevndarlimum í føroyskt kirkjumál,

Føroya Listasavn, Føroya Sparikassa, Føroya Vanlukkutrygging, Flogsamband

Føroya og Mentunargrunn Føroya Løgtings.

Til 3. bólkin kunnu nevnast nevndarlimir í Føroya Blindastovn,

Føroya Brunatrygging, Føroya Lívstrygging, Flogleiðir (haldfelagsskapurin),

Jólamerkjagrunnin, Kong Chr. X og drotn. Alexandrines legat,

Sjóvinnubankan og Skipafelagið Føroyar.

Summar løgtingslógir hava verið av slíkum so ítøkiligum slagi, at tær

nærum mugu sigast at vera av fyrisitingarligum slagi. Sum dømi kunnu

nevnast:

Í løgtingslóg nr. 33 frá 25.05.1963 um veitan av eftirlønarrætti og

eftirlønaraldri til ymiskar tænastumenn o.a. verður sagt í § 1:

„1. Tilskilað verður Poul Johannes Johansen, lærara á Føroya sjómansskúla,

lønaraldur frá 1. august 1957 og eftirlønaraldur frá 1. august 1964.

2. Tilskilað verður Nicodemus Rasmussen, stjóra á Føroya Gjaldstovu

lønaraldur frá 1. juli 1960.

3. Tilskilað verður Daniel Jacob Bærentsen, landsdjóralækna, eftirlønaraldur

frá 1. august 1957.“

Løgtingslógin viðvíkur bert hesum trimum monnum.

Í løgtingslóg nr. 22 frá 04.03.1983 um tekning av partapeningi í og

91