24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

I Vald ríkismyndugleikanna

A. Gildi grundlógarinnar fyri Føroyar

Ovasta rættarkelda, tað er teir tættir, sum teir rættarverjandi stovnarnir

halda seg til í einum og hvørjum samfelagi, er altíð óskrivað, og hevur

sítt grundarlag í siðvenjurætti, nevniliga at ein óskrivað regla er, at ein

heldur seg til ein grundnorm. 12

Hesin grundnormur kann verða ein skrivað grundregla, ein grundlóg,

sum ein ikki víkir frá og ikki broytir uttan samsvarandi innihaldinum í

hesi grundlóg.

Ein og hvør grundlóg nýtist ikki beinleiðis at hava heimild í siðvenjurætti,

hon kann hava heimild sína í grundlóg, sum var frammanundan,

sum so aftur hevur heimild í grundlóg frammanundan, og

soleiðis missa vit heimildina fyri grundlógini burtur í søgu landsins. –

Eitt er tó vist, onkustaðni afturi í søguni er óskrivað regla um, at ein vil

halda seg til eitt ávíst skrivað skjal.

Heimildin fyri eini grundlóg er tí ikki altíð so trygg, álitið á hana velst

um, hvussu teir rættarverjandi stovnarnir og fólkið í landinum taka

undir við henni og halda henni uppi sum eina grundreglu, og her

spælir sjálvsagt avgjørt inn, um hon er gjørd samsvarandi eini fyrr

galdandi grundlóg. Hetta nýtist tó ikki at vera so, er ófriðaligt ella

uppreistur í landinum, og uppreistrarfólkið fær valdið, so kann tað

henda, at ikki verður stórt lagt í grundlógina, sum var galdandi, tá ið

valdið var yvirtikið, og nýggja skipanin fær tá fult løgfrøðiligt gildi.

Grundlóg ríkisins lóg nr. 169 frá 05.06.1953 sigur í § 1, at hon er

galdandi fyri allar partar av ríki Danmarkar og harvið eisini Føroyar, og

er hon formliga lógliga lýst eisini at galda fyri Føroyar eftir reglunum í

lóg nr. 51 frá 1. apríl 1896 om kundgørelse af love og anordninger på

Færøerne. 13 Ein sannroynd er eisini, at hon er tikin í fullum álvara og

hildin uppi av teim rættarverjandi stovnunum í Føroyum, nevniliga

løgtingi, landsstýri, løgreglu, fúta, sorinskrivara, biskupi o.ø, og hava

frælsisrættindini í henni eisini verið hildin uppi í Føroyum. Eisini hava

danska drottningin, danska stjórnin, hernaðarvaldið og eystari landsrættur

og hægstirættur nýtt sínar heimildir sbr. hesi lóg til fulnar í

48

12 . Hetta sjónarmið er nærri útgreinað av Alf Ross, professara dr. jur.& phil í

bókini „Dansk Statsforfatningsret I, Nyt Nordisk Forlag – Arnold Busck, København

1966. (2. udg) bls. 154 ff.

13 . Kunngerðin fór fram í Dimmalætting nr. 51, leygardagin 27. juni 1953.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!