24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

gildi, og hon skuldi galda í 5 ár. Løgtingið fekk 100.000 kr. um árið úr

ríkiskassanum, og somuleiðis skuldi løgtingið sleppa at ráða yvir nøkrum

av teimum inntøkum, ið ríkið hevði í Føroyum.

Í 1939 kom seinra fíggjarætlanin, sum eftir ætlan hevði givið løgtinginum

400.000 kr. at ráða yvir árliga í 5 ár. Hon miðaði ímóti at

útvega arbeiðsmonnum og fiskimonnum arbeiði um veturin. Í øðrum

lagi skuldi hon geva monnum umstøður til at keypa ella byggja nýggj og

størri fiskifør, sum kundu royna alt árið. Landbúnaðarábótin, ið fekk

gildi 1938, gav smámanninum líkindi at útvega sær trøð.

Sambandsflokkurin, javnaðarflokkurin og flestu tingmenn sjálvstýrisfloksins

tóku undir við hesi lóggávu, men sjálvsstýrisflokkurin fór í

tvíningar. Leiðarin í sjálvsstýrisflokkinum stovnaði saman við monnum

úr vinnuflokkinum fólkaflokkin. Teir, ið stovnaðu Sjóvinnubankan í

1932 og vinnuflokkin í 1935, vóru dømi um menn, ið miðaðu ímóti at

loysa vinnulívið úr tí, sum teir sóu sum eitt haft um beinini. Politiskt

høvdu teir hugsað sær at fingið reist politiskar stovnar í Føroyum, sum

skuldu hjálpa føroyska vinnulívinum. 11

11 . Jákup Thorsteinsson: „Et Færø som Færø ...“, bls. 340-357 og Annfinnur í

Skála: „Stjórnarskipanarmálið 1946“, bls. 12-23.

41

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!