You also want an ePaper? Increase the reach of your titles
YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.
helmingurin av tingmonnunum er á fundi og luttekur í atkvøðugreiðsluni.“

Hesa orðing hevði hann helst úr løgtingslógini 75 § 16, stk. 6, sum var

samsvarandi tá galdandi grundlóg § 60, sum er endurtikin við núverandi

grundlóg § 50. 7-mannanevndin, sum hevði stýrisskipanarlógina til

viðgerðar, strikaði hesa orðing, men vildi broyta orðingina soleiðis, at

fyri at samtykkja mál krevst, at meiri enn helmingurin av løgtingslimunum

er á fundi og fyri málinum. Hetta uppskot nevndarinnar var

endaliga samtykt. Nevndin broytti sostatt ikki atkvøðuskipanina frá tí,

hon hevði verið frammanundan sbr. løgtingslógini, við tað at § 16, stk.

6, í løgtingslógini var tulkað soleiðis, at teir, sum ikki atkvøddu, ikki

vóru roknaðir við í atkvøðugreiðsluna. 76 Rættarstandurin frammanundan

1948 var bert gjørdur eitt sindur greiðari. Á fólkatingi verða

harafturímóti teir, sum eru til staðar, men ikki atkvøða, roknaðir við í

atkvøðugreiðsluna.

Eftir § 18 kann løgtingið skipa nevndir at kanna almenn týðandi mál.

Tílíkar nevndir hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar frágreiðingar

frá privatum borgarum eins og almennum embætismonnum. Følsk

frágreiðing fyri nevndini kann revsast eftir borgaraligu revsilógini §

162. Einki er sagt um, hvussu farast skal fram, um onkur dregur seg

undan at geva nevndini frágreiðing. Helst kann tá ikki verða kravd

vitnisførsla fyri sorinskrivaraembætinum eftir reglunum í rættargangslógini

§ 343, stk. 1, og § 747, men vanligt mál kann byrja við sorinskrivaraembætið

við kravi um, at viðkomandi verður dømdur at geva

frágreiðing. 77

Tá løgtingið velur nevndarmenn og umboð, fer valið fram við lutfalsvali

sbr. stýrisskipanarlógini § 18, stk. 2. Hetta merkir, at fyrst valda

mannin fær tann bólkur, sum hevur flestar atkvøður. Hereftir verður

helmingurin av atkvøðunum til listan hjá fyrstvalda manninum skarvaður

av, og tann bólkurin, sum tá hevur flestar atkvøður, fær næstvalda

mannin. Hereftir verður so skarvaður helmingurin av atkvøðunum hjá

næst valda bólkinum, og tann bólkurin, sum tá hevur flestar atkvøður,

88

75 . Lov nr. 124 af 28.03.1923 om Færøernes Lagting við seinni broytingum.

76 . Sí t.d. løgtingstíðindi 1931, bls. 69. Á løgtingi sótu tá 23 løgtingsmenn, og var

til viðgerðar uppskot um at veita Jákupi Danielsen ferðastudning at læra jarðarbrúk.

Uppskotið fekk 11 atkvøður fyri, eingin ímóti, hinir atkvøddu ikki. –

Hetta uppskotið var roknað sum fallið.

77 . Um spurningin sí Ross: Dansk Statsforfatningsret (III udg. 1980 ved Ole

Espersen) pp 254 f.