24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Landsstýrið hevur beinleiðis eftirlit við persónum, sum hava álitisstørv

í nevndum og ráðum, vald av landsstýrinum, og stovnum annars, sum

eru undir eftirliti landsstýrisins. Sama er við stovnsleiðarum undir

landinum og persónum, sum starvast á skrivstovuni hjá landsstýrinum.

Løgtingið hevur eftirlit við landsstýrinum.

Tað er tí ein mótsøgn, at løgtingsmenn kunnu hava eftirlit við landsstýrismonnum,

sum so aftur hava eftirlit við somu løgtingsmonnum, tá

teir eru í starvi hjá nevndum og ráðum og øðrum størvum undir

landinum. Tí er í greinini ásett, at beint, sum løgtingsmaður er valdur,

so sigur hann størv frá sær í ráðum og nevndum og teim størvum, sum

umrødd eru.

Greinin fevnir ikki um kommunustýrisstørv, av tí at teir hvíla á eitt

fólkavalt mandat. Harafturímóti fevnir greinin um størv í millumkommunufelagsskapum.

Í stk. 2 er ásett, at starvsfólk, sum taka fyrisitingarligar avgerðir

landsstýrismanna vegna, ikki kunnu vera tingmenn. Í stk. 3 er ásett, at

stovnsleiðarar beinleiðis undir landsstýrinum ikki kunnu vera løgtingsmenn

samstundis. Stk. 3 fevnir ikki um stovnsleiðarar, sum óbeinleiðis

eru stovnsleiðarar undir landsstýrinum t.d. skúlastjórar og deildarsjúkrasystrar.

Ad § 9:

Til stk. 1. Best er, um løgtingið kemur saman ein ávísan frammanundan

fastan dag eftir valdagin til ávísa klokkutíð. Tó kunnu serligar

umstøður gera tað neyðugt, at løgtingið kemur saman fyrr, og tí er latin

løgmanni heimild at stevna løgtinginum til fundar fyrr enn ásett. Stk. 1

er avrit av grundlógarinnar § 35, stk. 1. Veðurlíkindini eru ikki altíð so

tespilig her á landi, og tí verður veitt løgmanni heimild at útseta fyrsta

tingfund orsakað av veðurlíkindunum og bert av hesi orsøk.

Hvør, ið fyribils setur nývalda løgtingið, skipar fyri kanningi av

avgerðini um gildi av valinum og tekur sær av leiðsluni av løgtingsformansvalinum

verður ásett í tingskipanini. Eftir galdandi tingskipan § 1

er tað elsti tingmaður.

Til stk. 2. Eftir uppskotinum verður løgtingsformaður valdur á fyrsta

fundi, sum settur verður eftir nýval, og hann situr alt valskeiðið, uttan

so er, at hann sjálvur leggur frá sær; tá fer fram nýval av løgtingsformanni.

Nevndin heldur, at orsakað av at løgtingsformaðurin eftir uppskotinum

fær víðar heimildir í løgmanssetanini, so er neyðugt, at hann er

leysur av aktuellum samgongusamráðingum, og er tí neyðugt, at hann

178

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!