24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

fær trið valda mannin. Soleiðis verður hildið fram, til øll umboðini eru

vald.

Eftir stýrisskipanarlógini § 27 er heimilað hvørjum løgtingsmanni við

tingsins loyvi at leggja fram til viðgerðar almenn mál og hesum viðvíkjandi

krevja frágreiðing frá landsstýrinum. Sbr. løgtingslógini um ábyrgd

landsstýrismanna § 6, stk. 2, verður landsstýrismaður revsaður, um

hann í hesum sambandi gevur skeivar upplýsingar ella tigur við upplýsingum,

sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Eftir § 28 í stýrisskipanarlógini kann eingin umsókn verða løgd fyri

løgtingið, uttan tingmaður ella landsstýrið leggur hana fram. Vanligt er

tó, at løgtingsformaðurin lesur upp skriv, sum send verða løgtinginum,

og sum hann metir hava áhuga tingmanna at hava kunnleika um.

Eftir § 24 í stýrisskipanarlógini kann eingin tingmaður, meðan løgtingsseta

er, verða átalaður ella settur fastur á nakran hátt uttan so, at

hann er tikin í brotsgerð, og eftir stk. 2 kann eingin tingmaður uttan

tingsins samtykt verða kravdur til svars uttantings fyri tað, hann hevur

talað innantings. Eftir rættargangslógini § 728 a er ásetingin víðkað til

eisini at vera galdandi uttanfyri tingseturnar.

Eftir § 16, stk. 3, í stýrisskipanarlógini verður samsýning tingmanna

ásett við løgtingslóg, og er hetta gjørt við løgtingslóg nr. 11 frá

08.01.1993 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

Einki á tingi endaliga samtykt løgtingslógaruppskot kann fáa lógagildi,

fyrr enn tað er staðfest av løgmanni sbr. heimastýrislógarinnar § 4,

stk. 2, og eftir stýrisskipanarlógini § 3 skal umframt løgmann eisini

landsstýrismaður undirskriva staðfestingina.

Skiftandi løgmenn hava gjøgnum tíðirnar nýtt rættin at nokta at

staðfesta við varsemi, men ein gjøgnumgongd av løgtingsmálunum tey

seinastu árini sýnir tó, at hetta er komið fyri. Í løgtingsmáli 87/1988

var endaliga samtykt ein broyting til løgtingslógina um Vaktar- og

Bjargingartænastuna, og samtykta uppskotið var 20.04.1989 sent løgmanni

til staðfestingar, men er ikki nakrantíð vorðið staðfest. Í løgtingsmáli

32/1984 var dagin fyri løgtingsval endaliga samtykt ein løgtingslóg

um byggisamtykt fyri Hvalvíkar kommunu, og hevði henda lóg bert

eina grein, sum segði: 78

„Løgtingið áleggur landsstýrinum at lata spurningin um broyting av

byggisamtyktini fyri Hvalvíkar kommunu til viðgerðar og støðutakan hjá

nýskipaða landsstýrinum aftan á løgtingsvalið.“

Lógin er ongantíð vorðin staðfest og lýst.

78 . Sí løgtingstiðindi 1984, bls. 212.

89

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!