24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

limunum er á fundi og luttekur í atkvøðugreiðsluni sbr. grundlógarinnar

§ 50.

4. Dómsvaldið

Dømandi valdið er valdið til endaliga at áseta rættarstandin í ávísari

ítøkiligari støðu við at samanbera veruleikan í mun til rættarreglurnar

ella við øðrum orðum valdið at siga síðsta orðið. 25

Soleiðis taka dómstólarnir sær av at gera av trætur borgaranna

millum og at revsa borgarar landsins sbr. lóggávuni galdandi í landinum.

Skipanin fyri dómstólarnar kann bert ásetast við lóg, og serdómstólar

við dømandi myndugleika kunnu ikki setast, sbr. grundlógini § 61. Sbr.

§ 62 skal rættargongdin altíð verða sundurskild frá fyrisitingini. Eftir §

64 skulu dómararnir í kalli sínum bert halda seg til lóggávuna, og

kunnu ikki frásetast ella flytast ímóti teirra ynski uttan við dómi.

Eftir rættargangslógini er ríkið býtt sundur í 83 rættardømi við hvør

sínum býarrætti, har Føroyar er eitt av teimum. Dómar hjá býrættunum

kunnu skjótast inn fyri landsrættirnar, sum eru tveir, eystari landsrættur

og vestari landsrættur; dómar sorinskrivaraembætisins verða skotnir

inn fyri eystara landsrætt. Landsrættirnir eru skipaðir í deildum við 3

landsdómarum í hvørjari, sum døma í einstøku málunum. Í Føroyum

dømir 5. deild hjá eystara landsrætti, sum kemur higar 3-4 ferðir árliga.

Fyri ríkið er ein hægstirættur við 15 hægstarættardómarum, sum virkar

í 2 deildum, har 5 dómarar døma í hvørjum einstøkum máli. Øll mál

kunnu ikki skjótast inn fyri hægstarætt. Í lóggávuni eru settar avmarkingar

fyri hesum.

Skipan og starv dómsvaldsins er ásett í rættargangslógini, sum er

drúgv lóg við yvir túsund §§.

Dómararnir við allar dómstólarnar í ríkinum, sum sbr. § 42, stk. 3, í

rættargangslógini skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv, verða tilnevndir

av kongi eftir tilmæli frá løgmálaráðharranum sbr. rættargangslógini §

42, stk. 1. Tilnevningin fer fram eftir rættiliga fastari mannagongd. 26

Tvinnir vegir eru:

a) Eftir lokið prógv sum løgfrøðiligur kandidatur verður persónurin

25 . Hetta sjónarmið er nærri útgreinað av Alf Ross, professara dr. jur. & phil í

bókini „Dansk Statsforfatningsret I, Nyt Nordisk Forlag – Arnold Busck, København

1966, (2. udg) bls. 528 ff.

26 . Sbr. upplýsingum frá Hans Mosbæk, rættarhjásita.

57

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!