24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Í ávísum førum koma útreiðslur at standast av landshúsarhaldinum,

sum ikki kunnu bíða, og sum mugu gjaldast alt fyri eitt, og er tí ásett í

stk. 2, at um mál hevur bráðskund og avgerandi samfelagsfyrilit tala

fyri, so kann fíggjarnevndin veita eykajáttan, men bert eftir uppskoti frá

løgmanni. Avgerðin verður tikin við vanligum meiriluta, men hvør

nevndarlimur hevur ein vetorætt og kann krevja, at málið verður avgjørt

við løgtingslóg. At henda mannagongd skal nýtast, kemst av, at trygd

má vera fyri, at lóggávuvaldið t.e. løgtingið og løgmaður seinni formliga

góðkenna játtanina.

Í stk. 3 er ásett, at eykajáttanirnar, sum fíggjarnevndin eftir stk. 2

hevur veitt ígjøgnum árið, skulu setast á eykafíggjarlóg í desember, so

skil fæst á, hvat veruliga er endaliga játtað.

Ad § 45:

Greinin er ein avskrift av grundlógarinnar § 47, stk. 1, og kemur ístaðin

fyri stýrisskipanarlógina § 22. Í stk. 4 er ásett, at reglurnar eisini eru

galdandi fyri landsstovnar, sum hava sjálvstøðugan roknskap t.d. telefonverkið,

apotekið og rúsdrekkasøluna.

Ad § 46:

Hvør hevur yvirtøkuheimildina heimastýrisins vegna er nakað ógreitt,

sum frágreitt er á bls. 70, og tí verður mælt til, at reglurnar gerast

greiðari.

Eftir uppskotinum skal yvirtøka eftir heimastýrisins ynski fara fram

við løgtingslóg. Hetta fer fram á tann hátt, at tað í løgtingslóg greidliga

verður sagt frá, hvat málsøki løgting og løgmaður yvirtaka lóggávuvaldið

á, og at lóggáva verður gjørd, sum leggur heimildir til føroyskar

myndugleikar, ella ger broytingar í galdandi donsku lóggávuni soleiðis,

at heimildirnar í lógini verða lagdar til føroyskar myndugleikar.

Nevndin heldur at verandi støða, har yvirtøka fer fram við løgtingssamtykt,

sum landsstýrið útinnur, er óheppin í teim førum, tá ið lóggávan

ikki verður broytt, og ein tulkar lógarinnar bókstav soleiðis, at

har danskur ráðharri er nevndur, liggur heimildin hjá landsstýrinum.

Hetta eigur ítøkiliga at verða ásett við løgtingslóg.

Ad § 47 og § 48:

Við greinini verður sett upp eitt nýtt stýrisskipanarligt hugtak „ríkislógartilmæli“,

sum fevnir um eitt skjal, har heimastýrið tilmælir ríkismyndugleikunum

at seta í gildi fyri Føroyar ávísa ríkislóg.

Tann, sum eftir § 1 hevur heimildina at lóggeva við løgtingslóg, má

194

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!