24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

var sagt um, hvør hevði heimildina at melda. Hjá sorinskrivaranum

skuldu málini fara fram sum nevningamál sbr. rættargangslógarinnar §

687, stk. 2, har sagt verður:

„Nævninger medvirker i:

3) sager vedrørende politiske lovovertrædelser“

Við løgtingslóg nr. 102 frá 23.06.1992 um ábyrgd landsstýrismanna er

rættarliga ábyrgdargrundarlag landsstýrismanna nú nakað greiðari.

Í lógini er § 3 soljóðandi:

„Hvør landsstýrismaður hevur ábyrgdina av teimum avgerðum, ið hann

hevur tikið viðvíkjandi teimum málsøkjum , sum honum er latin upp í

hendi at umsita.“

Í § 4 í hesi løgtingslóg verður sagt:

„Tá ið landsstýrið á fundi hevur tikið eina avgerð, hevur einhvør landsstýrismaður,

sum hevur tikið undir við avgerðini, ábyrgdina av henni, og

er hetta eisini galdandi, um landsstýrismaður á annan hátt hevur verið

við til at fremja, at avgerðin er vorðin tikin.“

Í § 5 verður víðari sagt:

„Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um meðvirkni til eitt lógarbrot

verða nýttar, skal ein landsstýrismaður verða mettur at hava meðvirkað

til gerðina hjá einum undirmanni, tá

1) hann hevur verið vitandi um, at gerðin fór at verða framd, og hann

hevur latið vera við at royna at hindra hesum,

2) gerðin hevur verið eitt neyðugt ella náttúrligt miðal til at seta í verk

eina avgerð, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av,

3) hann, við ikki í rímiligan mun at hava ført eftirlit og áseta reglur, hevur

virkað fyri, at gerðin er vorðin framd.“

Framhaldandi verður sagt í § 6:

„Landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum

ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum áliggja honum sambært løgtingslóg

um umboðsvald Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi

hansara.

Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi um so er, at landsstýrismaður á

landsstýrisfundi ella í løgtinginum gevur skeivar upplýsingar, ella um

hann, tá landsstýrið ella løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum,

sum eru av stórum týdningi fyri landsstýrisins ella tingsins meting av

málinum.“

Í lógarinnar § 6 er revsikarmurin settur til bót, hefti ella fongsul upp í 2

ár, í ósketnisføri tó bót og hefti. Fyrningarfrestin fyri brot á lóggávuna

97

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!