24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

III Fíggjarligar avleiðingar

av uppskotinum

At gera eina neyva kostnaðarmeting av kostnaðinum, sum stendst av

uppskotinum, er rættiliga trupult.

Orsakað av at fyrisitingarliga arbeiðið hjá løgtingsnevndum eftir uppskotinum

fellur burtur, fer kostnaðurin av starvi løgtingsins at lækka av

hesum. Tá ið uppskotið samstundis virkar fyri, at løgtingið í størri mun

framyvir verður politiskt leyst av landsstýrinum, skal væntandi størri

orka leggjast í fyrireiking av lógaruppskotum og eftirlit við landsstýrinum.

Soleiðis verða samlaðu útreiðslurnar helst at verða á sama støði.

Um farið verður til ministerialskipan, kann tað føra við sær meirkostnað

í landsumsitingini av tí, at hvør landsstýrismaður, sum tíðin

líður, kanska fer at fáa egnu telefonavgreiðslu, egnu skrivstovuútgerð,

egnu skjalagoymslu og egið skrivstovufólk, sum hann hevur burturav og

ikki saman við øðrum landsstýrismonnum. Við skilagóðari hægri fyriskipaðari

leiðslu frá løgmansins síðu skuldi tó borið til at hildið kostnaðin

fyri landsfyrisitingini á sama støði sum í dag. Ein avleiðing í fyrisitingini

vil helst eisini verða, at stovnar, sum náttúrliga hoyra saman við embætinum

hjá teimum einstøku landsstýrismonnunum, verða lagdir saman

við embæti landsstýrismanna. Soleiðis at landsstýrismaðurin í skúlamálum

fær felags umsiting við t.d. landsskúlafyrisitingini og landsstýrismaðurin

í almannamálum saman við almannastovuni.

172

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!