24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Heimildir

Løgtingið viðger sbr. § 19 og § 20, stk. 1, í stýrisskipanarlógini uppskot

til skattalógir (og haruppií eisini MVG og tollur v.m.) og fíggjarlógir, og

eingin útreiðsla má haldast, uttan hon er samsvarandi tí av løgtinginum

samtyktu og av løgmanni staðfestu fíggjarlógini, stýrisskipanarlógin §

21, stk. 2.

Løgtingið velur løgmann og landsstýrismenn sum umrøtt á bls. 92.

Størsta arbeiðsbyrða løgtingsins er sjálvsagt at samtykkja løgtingslógaruppskot

og tilmæli til ríkisstjórnina at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóggávu.

Løgtingið hevur, sum áður nevnt, fyrisitingarvald.

Í nógvum løgtingslógum er løgd heimild til landsstýrið saman við

løgtingsnevnd at taka fyrisitingarliga avgerð, serliga hevur hetta vundið

uppá seg seinastu árini. Fíggjarnevnd løgtingsins hevur nógvar heimildir

í hesum sambandi. Nevnast kann sum dømi:

– Løgtingslóg nr. 28 frá 22.05.1969 um áseting av telefongjøldum

ásetur í § 1, at telefongjøld verða ásett av landsstýrinum og fíggjarnevndini

eftir uppskoti frá telefonverkinum.

– Eftir fíggjarløgtingslógini 1993 § 16/16488 verður studningur til

praktiskar fiskiroyndir latin í samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd

(danski teksturin „lagtingets finansudvalg“!!)

– Eftir fíggjarløgtingslógini 1993 § 18/18532 verður studningur til

ídnaðarfremjandi endamál latin av landsstýrinum saman við fíggjarnevnd

løgtingsins.

– Eftir løgtingslóg nr. 102 frá 19.08.1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum

§ 10 er landsstýrinum saman við fíggjarnevndini

heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri lánum til munandi

umbygging av dekksfiskifari við tí endamáli at gera skipið meiri

nýtiligt í vinnuni.

Eisini hevur kunngerðarheimild til landsstýrið verið treytað av samtykki

frá løgtingsnevnd. Fiskivinnunevnd løgtingsins hevur nógvar slíkar

heimildir. Nevnast kunnu sum dømi:

– Sbr. § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29.03.1978 um fiskiveiðu á landleiðini

er landsstýrinum saman við løgtingsins fiskivinnunevnd heimilað við

kunngerð at áseta reglur um, hvussu fiskiskapur skal fremjast á

landleiðini.

– Sbr. § 3 í løgtingslóg nr. 57 frá 05.06.1984 um hvalaveiðu við seinni

broytingum er landsstýrinum saman við fiskivinnunevnd løgtingsins

heimilað at áseta nærri reglur um hvalaveiðu og grindarakstur.

Sum onnur dømi kunnu nevnast:

90

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!