24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Ávísir løgfrøðingar meta tó, at slík § 9 yvirtøka av dómsvaldinum ikki

ber til. Teir føra fram, at lóggávuvald løgtingsins byggir á heimastýrislógarinnar

§ 4, og at bert løgtingslógir, sum gjørdar verða við heimild í

heimastýrisskipanini, kunnu metast at at vera lógir í grundlógarinnar

týdningi. Løgtingslógir, sum ásettar verða við heimild í ríkislóg, eru ikki

lógir í grundlógarinnar merking, og teir vísa tí á, at § 60 og § 61 í

grundlógini forða fyri eini § 9 yvirtøku av dómsvaldinum.

Málsræði í sermálum

Hvørji mál eru yvirtikin

Øll onnur mál enn tey, sum greitt er frá á blaðsíðu 71 ff, eru nú yvirtikin

sum sermál eftir heimastýrisskipanini. 62

Hvørjar avmarkingar setur heimastýrislógin fyri lóggávu og

fyrisiting heimastýrisins í sermálum

Av heimastýrislógini § 1, 2. pkt., skilst, at heimastýrislógin setur sum

krav, at í Føroyum skal vera eitt løgting, og at hetta skal vera fólkavalt.

Eitt landsstýri (landastýrið kalla teir tað tey fyrstu árini) skal eisini vera,

og løgtingið skuldi av fyrstan tíð taka stig til, at hetta var stovnsett.

Løgtingslógir skulu sbr. heimastýrislógarinnar § 4, stk. 2, samtykkjast

av løgtinginum og staðfestast av formanni landsstýrisins (seinni nevndur

løgmaður).

Føroyska heimaræðið er avmarkað av teimum til einahvørja tíð

verandi sáttmálaligu og øðrum millumtjóða rættindum og skyldum sbr.

§ 5, stk. 1, og eingin løgtingslóg má sostatt ganga ímóti einum millumtjóða

sáttmála, sum bindandi er fyri Føroyar.

Avleiðingin av, at gingið verður ímóti galdandi millumtjóða sáttmála,

er, at viðkomandi løgtingslóg er ógildug, við tað at farið er út um ta

heimild, sum heimastýrislógin gevur at lóggeva, tá § 5 beinleiðis sigur,

at lóggávurætturin er avmarkaður orsakað av teimum til einahvørja tíð

verandi sáttmálaligu og øðrum millumtjóða rættindum og skyldum.

Soleiðis førir greinin m.a. við sær, at øll grundleggjandi mannarættindi,

sum eru ásett í millumtjóða sáttmálanum frá 4. november

1950 at verja mannarættindi og grundleggjandi frælsisrættindi við seinni

62 . Eitt neyvt yvirlit, nær yvirtøkurnar eru framdar, stendur í Zakarias Wang,

Stjórnmálafrøði, Hoyvík 1988, bls. 229 og í Rigsombudsmanden på Færøerne,

Beretning 1993, bls. 5 ff.

79

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!