24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

II Vald í Føroyum

A. 1940 bráðfeingis stýrisskipanin

1. Støðan 1940-1945

Í 1940 fekk løgtingið avmarkað lóggávuvald. Danmark var 9. apríl

1940 hersett av Týsklandi, og Føroyar 13. apríl sama ár av Stórabretlandi.

Undir hesum umstøðum var serlig stýrisskipan gjørd fyri

Føroyar við „Bestemmelser nr. 1 frá 09.05.1940 om midlertidig styrelsesform

paa Færøerne“. Eftir hesum fekk løgtingið lóggávuvald í lógarmálum

Føroyum viðvíkjandi, og amtmaðurin staðfestingarrætt. Henda

lóggáva gekk undir heitinum bráðfeingis ásetanir (midlertidige bestemmelser).

Lóggávuvaldið viðvíkjandi ognum ríkiskassans lá tó hjá

amtmanninum, og til amtmannin vóru eisini lagdar tær heimildir, sum

danskir ráðharrar sbr. lóggávuni høvdu at skriva út ymsar reglubindingar;

løgtingsins landsnevnd skuldi tó spyrjast.

Staðfestingarrættur amtmansins var ikki bert formligur. Í 1940 samtykti

løgtingið við 15 atkvøðum: Tingið mælir til, at løgtingsins samtykt

í 1939 um føroyskt sum rættarmál fær lóggildi beinanvegin. Amtmaðurin

útinti ikki hesa samtykt, og ikki fyrr enn samtyktin var endurnýggjað

í november 1943 staðfesti amtmaðurin lóggávuna um føroyskt

sum rættarmál, bráðfeingis áseting nr. 8 frá 04.01.1944 um broyting í

rættargangslógini. 37

Kunngerðarhátturin fyri tær útgivnu rættarreglurnar gjørdist kunngerð

í síni heild í Dimmalætting sbr. bráðfeingis áseting nr. 2 frá

09.05.1940.

Av tí at sambandið var kvett við Danmark, mátti heimildin hjá

ávísum í Danmark verandi stovnum í Føroyum leggjast til myndugleikar

í Føroyum. Við bráðfeingis áseting nr. 13 frá 17. juni 1940 var avgjørt,

at í Føroyum skuldu 2 dómsmenn døma saman við sorinskrivaranum,

bæði í borgaraligum og sakarmálum, og kundi hesin dómur skjótast inn

fyri nýggjan rætt, har sorinskrivarin enn einaferð dømdi sama mál

saman við 4 nýggjum dómsmonnum. Nevningamál kundu ikki skjótast

inn fyri hægri rætt, og møguleikin at kæra avgerðir hjá sorinskrivaranum

um rættargangsmannagongdina fall burtur.

37 . Sí Edw. Mitens, „Eg minnist – skrivstovustjóri løgtingsins“, Tórshavn 1969, bls.

248.

65

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!