24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

heimild verður latin landsstýrinum at skriva út kunngerðir soleiðis, at

neyðugt er við samtykki frá løgtingsnevnd, fyri at tær fáa gildi. Hevur

løgtingið ikki álit á landsstýrinum, so skal løgtingslógarframferðin nýtast

og kann ikki umgangast við umvegis at leggja vald til løgtingsnevnd.

Ad § 36:

Eftir § 1 er útinnandi valdið hjá landsstýrinum, og allur fyrisitingarligur

avgerðarrættur kann sostatt við løgtingslóg bert leggjast til landsstýrið,

ella til kommunustýrini sbr. § 56, um hann ikki skal ganga ímóti stýrisskipanini.

Í ávísum førum kunnu tó verða umstøður, sum gera tað ynskiligt, at

bólkar, sum eru óheftir av landsstýrinum, mynda eina nevnd, stýri ella

eitt ráð, sum hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin, og er tí í

greinini ásett, at hóast § 1, so kunnu við løgtingslóg setast nevndir, sum

taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir á ávísum nærri ásettum avmarkaðum

málsøkjum.

Nevndin heldur, at sera stórt varsemi eigur at verða sýnt við at seta

nevndir, sum bert skulu taka sær av vanligum politiskum áhugamálum

sum heild, tá eingin orsøk er fyri, at annar myndugleiki enn tann

vanligi politiski fyrisitingarmyndugleikin, landsstýrið, tekur sær av hesi

fyrisiting. – Hetta førir bert við sær, at óneyðug nýggj dýrkandi fyrisiting

verður sett á stovn, og at tað á ávísum málsøki kann henda seg, at

landsstýrið hevur ávíst politiskt vald saman við øðrum politiskum valdi,

sum ikki formliga hevur politiska og rættarliga ábyrgd eftir vanligu

skipanini mótvegis løgtinginum, og tað av hesum stendst fyrisitingarligt

óskil, sum ger, at fyrisitingarligu sjónarmið landsins sum heild verða sett

til viks. Hetta merkir, at tað hereftir er landsstýrið einsamalt, sum setur

limir í nevndir og ráð.

Sum nevnt á bls. 174, so er neyðugt, um § 1 og § 36 verða samtyktar

av lóggávuvaldinum, at ganga ígjøgnum alla lóggávu og broyta hana

soleiðis, at hon verður samsvarandi umrøddu greinum.

Í stk. 2 er ásett, at løgtingið ikki hevur heimild at velja limir í ráð og

nevndir. Hetta kemst av, at tað at velja nevndarlimir er ein fyrisitingarlig

uppgáva, og tann, sum velur, má hava eina rættarliga og politiska

ábyrgd fyri, at treytirnar fyri vali í lógini eru loknar. Sostatt má landsstýrið

ella stovnur, sum hevur ábyrgd fyri landsstýrinum, fremja hetta

val.

Ad § 37:

Sbr. § 3, stk. 2, í stýrisskipanarlógini velur landsstýrið sínámillum hann,

190

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!