You also want an ePaper? Increase the reach of your titles
YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.
fyrisitur landsstýrið flestu økini á almannamálsøkinum, og heimastýrið

hevur fingið ávísar heimildir at útskriva almennar rættarreglur.

Heimastýrið rindar av fíggjarløgtingslógini sjálvt fyri ta fyrisiting, tað

útinnir eftir § 9 í heimastýrislógini, men fær frá dønum eina heildarveiting,

í 1994 kr. 809,90 mió kr, sum studning at halda hesum rakstri

sbr. § 1 í lóg nr. 393 frá 22.06.1993 „om tilskud til Færøernes hjemmestyre“.

Sum nevnt kann lóggávan og fyrisitingin av málsøkjunum

Persóns-, familju- og arvarættarlóggáva,

Ákæruvalds-, dómsvalds- og rættargangsskipanin

ikki yvirtakast av heimastýrinum sbr. heimastýrislógini.

Einki er til hindurs stýrisskipanarliga fyri, at heimildir ríkisumboðsins

við ríkislóg í persóns-, familju- og arvarættarligum málum verða lagdar

landsstýrinum eftir § 9 í heimastýrislógini.

Heldur ikki er nakað til hindurs fyri, at tað við ríkislóg verður veitt

heimild at geva nærri reglur við løgtingslóg um rættargongdina í Føroyum

m.a. skipan av ákæruvaldinum og dómsvaldinum innan ávísar í

lógini nærri settar karmar m.a. tey krøv, grundlógin setur. Soleiðis kann

m.a. verða ásett, at ákæruvaldið verður skipað undir landsstýrinum, og

at landsstýrið ella serlig nevnd vald í Føroyum tilnevnir dómarar og

dómarafulltrúar, og at kostnaðurin 58 av dómstólunum verður álagdur

heimastýrinum og annars kemur undir heildarveitingina. 59

§ 60 og § 61 í grundlógini, sum áseta, at skipan dómstólanna og

rættargongdin skulu ásetast við lóg, forða ikki, at lóggávurætturin á

hesum øki sbr. § 9 í heimastýrislógini við ríkislóg verður latin heimastýrinum.

Tað er alment viðurkent, at løgtingslóg er lóg í grundlógarinnar

merking, m.a. ásetur grundlógin § 43, at skattur bert kann

krevjast við lóg, og sbr. §73 kann ognartøka bert fara fram við lóg. Í

verki er skattur 60 og ognartøka 61 framd sbr. løgtingslóg, uttan at hetta

hevur verið roknað sum grundlógarbrot.

78

58 . Í 1992 hevði ríkiskassin ongan kostnað av sorinskrivaraembætinum. Inntøkurnar

vóru í rættargjøldum kr. 8,9 mió. kr. og 1,1 mió kr. í arvagjøldum og

útreiðslurnar til raksturin vóru kr. 7,6 mió. kr.

59 . Um spurningin um yvirtøku av dómsvaldinum styrisskipanarliga sí Frederik

Harhoff, Rigsfællesskabet, Forlaget Klim, Århus 1993 ( 1. udg), bls. 218 og 265.

60 . Sbr. Løgtingslóg nr. 86 frá 01.09.1983 um landsskatt og kommunuskatt (samtíðarskattalógin)

við seinni broytingum.

61 . Sí t.d. Løgtingslóg nr. 90 frá 01.11.1978 um ognartøku av lendi til brennistøðir

v.m.