24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

er tó praksis við at broytast nakað í dag. 34 Sum § 7 er orðað, er ummæli

ikki løgfrøðiliga bindandi fyri stjórnina, og tað kann tí gangast ímóti

ummælinum. At bindandi rættarsiðvenja er nú, sum sigur, at fólkatingið

skal halda seg til ummæli heimastýrisins ella halda seg til galdandi

lóggávu, er helst at fara nakað langt løgfrøðiliga; ríkismyndugleikarnir

kunnu helst seta til viks ummæli heimastýrisins.

Frest kann setast av ríkismyndugleikunum fyri, nær ummæli skal

gevast av heimastýrinum sbr. § 7, stk. 1, 3. pkt. Sbr. viðmerkingunum til

lógina 35 verður hetta grundgivið soleiðis:

„I § 7 har man i tilslutning til bestemmelserne om, at lovforslag og love

skal forelægges hjemmestyret, indsat en bestemmelse om, at der i givet

tilfælde kan sættes en frist for afgivelsen af betænkning. Dette kan bl.a.

være af interesse, når det drejer sig om traktater.“

Henda heimild hevur tó sera sjálvdan verið nýtt, um nakrantíð.

D. Nær hevur ríkislóggáva gildi í Føroyum

Støðið er, at allar í Danmark galdandi lógir og aðrar rættarreglur, sum

samtyktar eru eftir frammanfyri umrøddu skipan í donsku grundlógini,

eru galdandi fyri Føroyar uttan so, at tær taka fyrivarni um, at „loven

gælder ikke for Færøerne“.

Frá hesum eru tó týdningarmikil undantøk.

Ríkislóggáva á øki, sum yvirtikið er, verður tulkað sum ikki galdandi

fyri Føroyar, hóast hon ikki tekur fyrivarni um, at hon ikki er galdandi

fyri Føroyar. 36

Eingin ríkislóggáva hevur gildi í Føroyum uttan so at hon er kunngjørd

her á landi eftir teim serligu kunngerðarreglunum, sum galda í

Føroyum. Fyrr var galdandi lóg nr. 51 frá 1. apríl 1896 om kundgørelse

af love og anordninger på Færøerne, sum ásetti kunngerðarháttin í

lovtidende, men harumframt at dagfesting, nr. og lógaheiti var kunngjørt

í Dimmalætting, fyri at lógin var lógliga kunngjørd í Føroyum. Nú

er galdandi lóg nr. 735 frá 06.12.1989 om kundgørelse af love,

34 . Ein gjøgnumgongd av løgtingsmálunum 153/1993-158/1993; gildissetan av

bankalóg, lógini um vinnurekandi grunnar, lógini um ávísar kreditstovnar, partafelagslógini,

smápartafelagslógini og lógini um ársroknskap v.m. sýnir, at tilmælini

frá heimastyrinum ikki í øllum førum eru fylgd. Tó kann tjakast um, hvørt

hetta er rætt, við tað at landsstyrið við góðkenning løgtingsins frammanundan

hevði bundið seg mótvegis ríkisstjórnini at vera við til at fremja lóggávuna.

35 . Sí løgtingstíðindi 1947, bls. 197.

36 . Juridisk Grundbog (1989) bd. 1, bls. 76.

63

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!