24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

formaður fyri tí fólkavaldu samkomuni, løgtinginum, í Føroyum og

hevur tí hægstu tign. Løgmaður er honum næstur í tign. Av hesi orsøk

verður mælt til, at løgtingsformaðurin er hin fremsti í ólavsøkuskrúðgonguni,

og at honum verður litið til at taka avgerð um, hvør ið gongur

í skrúðgonguni og í hvørji røð.

Ad § 11:

Hetta er endurtøka av galdandi stýrisskipanarlóg § 17.

Ad § 12:

Greinin hevur sína fyrimynd í grundlógarinnar § 38 og er ikki í galdandi

stýrisskipan, men hevur í verki verið fylgd í nógv ár.

Ad § 13:

Greinin kemur ístaðin fyri § 7, stk. 3 og 4, og § 8 í galdandi stýrisskipan

og hevur fyrimynd sína í grundlógarinnar § 39. Tó er sett afturat, at

løgtingsformaðurin hevur skyldu at kalla til fundar skjótast til ber.

Ad § 14:

Greinin er endurtøka av stýrisskipanarlógini § 25. Eftir § 25 í uppskotinum

kann løgmaður ella landsstýrismaður ikki vera løgtingsmaður, so

teir kunnu ikki hava atkvøðurætt sum tingmenn samstundis. At ríkisumboðsmaðurin

verður valdur løgtingsmaður, ber til eftir lógini, men

er helst rættiliga óhugsandi í roynd og veru, og er tí ásett, at hann ikki

hevur atkvøðurætt og meinast tá við embætisins vegna.

Ad § 15:

Til stk. 1 er at viðmerkja, at løgmaður, landsstýrismenn og løgtingsmenn,

og bert teir hava rætt at leggja fram uppskot fyri løgtingið.

Ríkisumboðsmaðurin hevur ikki slíkan rætt, men má fyrileggja síni

uppskot fyri landsstýrið, sum so tekur støðu til, um tað vil leggja

uppskotið fyri løgtingið.

Til stk. 2 er at viðmerkja, at eftir § 23 í galdandi stýrisskipanarlóg

skulu løgtingslógaruppskot hava tríggjar viðgerðir á løgtingi. Uppskot

um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislógir – ríkislógartilmæli – skulu bert

hava tvær viðgerðir, av tí at uppskotini í dag ganga eftir reglunum um

uppskot til samtyktar. Greinin leggur upp til, at reglurnar verða tær

somu fyri løgtingslógir og ríkislógartilmæli, tríggjar viðgerðir á tingi.

Til stk. 3. Greinin hevur fyrimynd sína í grundlógarinnar § 41, stk. 3,

og er ikki í galdandi stýrisskipanarlóg. Í føroyska tekstinum verður nýtt

180

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!