24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Heimastýrislógin § 1, 2. pkt., forðar ikki hesi skipan, har løgtingið

hevur evsta lóggávu- og fyrisitingarvald. Hon ásetur bert, at eitt landsstýri

skal vera, men sigur einki um, hvørjar heimildir hetta skal hava í

mun til løgtingið.

Løgtingið

Val

Sbr. heimastýrislógini § 1, 2. pkt., skal løgtingið verða fólkavalt, og má

hetta tulkast, sum at tað skal veljast á beinleiðis vali.

Sbr. § 16, stk. 1, í stýrisskipanarlógini verða løgtingsmenn valdir fyri

4 ár. Løgmaður ansar eftir sbr. § 15, stk. 2, í løgtingsvallógini, at val

verður ásett innan 4 ára frestin er lokin.

Valrætt til løgtingið hava tey, ið hava fylt 18 ár, hava heimarætt og

fastan bústað í Føroyum, sbr. stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1. Heimastýrislógin

§ 10, stk. 2, gevur heimild til at gera mun á ríkisborgarum

heimahoyrandi í Føroyum og øðrum ríkisborgarum, tá ið umræður val

til løgtingið, men hesa heimild hava fedrarnir at stýrisskipanarlógini

ikki vilja brúkt.

Valbær til løgtingið sbr. § 12, stk. 2, sum hon er orðað við løgtingslóg

nr. 2 frá 03.01.1985 í stýrisskipanarlógini,

„ ...eru tey, sum hava valrætt til tingið, uttan so at viðkomandi er straffaður

fyri gerð, sum í vanligum umdømi ger hann óverdan at vera løgtingsmaður,

um ikki henda fylgja av dóminum er burturfallin. Straffverd gerð

ger ikki hin dømda óverdan, uttan so at hin dømdi er dømdur treytaleysan

dóm til fongsul í 4 mánaðir ella meir ella varðhald, ella tá ið 5 ár eru

gingin aftaná, at hann hevur sitið straffin av, straffurin er avoldaður ella

eftirgivin, ella eftir at hann er endaliga leysur av varðhaldi.“

Sbr. § 14 í stýrisskipanarlógini ger løgtingið sjálvt av gildi av valinum,

og heimild er í § 13 at áseta nærri reglur um løgtingsval við løgtingslóg.

Slík løgtingslóg er gjørd, nevniliga løgtingslóg nr. 49 frá 20.07.1978 um

val til Føroya løgting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 68 frá

13.05.1992. Í stýrisskipanarlógini er einki ásett um, hvussu nógvir

tingmenn skulu vera. Eftir løgtingsvallógini verða 27 limir valdir av

løgtinginum í umdømisvali sbr. § 1, meðan upp til 5 eykamenn verða

valdir eftir serligari skipan útgreinaðari í § 32 og § 33.

Um val skal verða í ótíð, so krevst, at løgtingið samtykkir at loysa upp

løgtingið sbr. § 9, stk. 1, og løgmaður skrivar síðan út nýval. Løgmaður

hevur ikki sjálvstøðugur heimild at áseta, at val skal fara fram í ótíð.

83

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!