24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

settur í starv sum dómarafulltrúi í løgmálaráðnum í útivistu við

býrættarembæti landsins.

Fyrstu 4 árini er útivistan vanliga við eitt av størri embætunum í

Danmark; tey sokallaðu útbúgvingarstøðini, København, Odense,

Århus, Randers osfr. Eftir at hetta starvsskeið er lokið, verður vanliga

flutt til eitt av teim smærri embætunum í landinum t.d. sorinskrivaraembætið

í Føroyum. Eftir eina tíð úti í smáu embætunum

kann koma upp á tal tilnevning sum rættarhjásiti t.e. varamaður hjá

býrættardómaranum. Hereftir er vanliga mannagongdin, at persónurin

verður settur í starv sum settur landsdómari við landsrættin

í 9 mánaðir, fyri at landsrættardómararnir kunnu meta um, hvussu

skikkaður persónurin er at verða tilnevndur býrættardómari. Um so

er, fer tilnevning fram sum býrættardómari, eftir at forseti landsrættarinnar

hevur ummælt umsøkjaran, tá ið hóskandi starv er leyst.

Dómarafulltrúar kunnu eisini taka royndartíðina í landsrættinum;

teir verða settir í 2 ár sum landsrættarfulltrúar við at fyrreika mál,

1 ⁄2 ár av tíðini eru teir tó settir landsdómarar.

b) Annar vegur er, og hetta eru helst bert viðvíkjandi teimum, sum

hava hægstu løgfrøðiligu embætisprógvini, at verða sett/ur í starv í

sjálvum løgmálaráðnum í Keypmannahavn, nøkur tíðarskeið hálvt

starv við dómarafulltrúastarvi ella líknandi í Keypmannahavn hina

helvtina av tíðini. Eftir 10-12 ár fer so fram tilnevning til býrættardómara

í Keypmannahavn eftir áður umrøddu reglum.

Tilnevning til landsrættardómara og hægstarættardómara fer fram

eftir ummæli frá hægstarætti, og oftast verða býrættardómarar, landsrættardómarar

ella fólk úr hægri størvum úr miðfyristingini sett í

hesi størv. – Tað er tó komið fyri, at advokatar eru tilnevndir.

5. Grundlógin § 20

Eftir § 20 í grundlógini er veitt heimild til, at tær heimildir, sum kongur,

stjórnin, fólkatingið og dómsvaldið hava við lóg „i nærmere bestemt

omfang“, kunnu verða lagdar til millumtjóða myndugleikar, sum stovnsettir

eru í sínámillum sáttmálum við onnur lond at fremja millumtjóða

rættarskipan og samstarv. Slík lógaruppskot krevja, at 5 ⁄6 av øllum

fólkatingsmonnum atkvøða fyri, ella at meiriluti er á fólkaatkvøðu (tó í

minsta lagi 30% av øllum veljarum) fyri at verða samtykt.

Eftir hesi grein hevur Europeiska Sambandið fingið ávísar heimildir

at ráða í danska ríkinum, men sum kunnugt er henda skipan ikki sett í

gildi fyri Føroyar.

58

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!