24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

grundlóg, 1953 grundlógina, bað professararnar dr.jur. Poul Andersen

og dr. jur. & phil. Alf Ross um at skriva umsøgn (responsum) um stýrisskipanarligu

støðu Føroya og Grønlands. Í álitinum 42 siga teir

„En grundlovsændring vedrørende Færøerne kan ikke anses for påkrævet

som følge af loven om Færøernes hjemmestyre. Denne lov er givet ud fra

den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende

grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne

forudsætning.“

1953 grundlógin verður so sett í gildi, uttan at nakrar viðmerkingar

verða gjørdar til hetta, sum Ross og Andersen føra fram, og einki er tí

at ivast í, at heimastýrisskipanin er samsvarandi grundlógini.

Ikki er tað hissini spurningur at taka upp, um til ber at víðka

heimastýrisskipanina, uttan at grundlóg ríkisins verður broytt. Her kann

talast bæði fyri og ímóti, og eitt greitt svar kann ikki gevast, uttan

gjølligar stýrisskipanarligar kanningar verða gjørdar av hesum spurningi,

og verður tí hesin spurningur ikki tikin upp í hesi grein. Sum dømi

um grundgeving ímóti kann nevnast, at Poul Andersen, professari dr.

jur. í eini umsøgn (responsum) um statsrættarligu støðu Grønlands og

Føroya í „forfatningskommissionens betænkning“ 43 sigur

„En grundlovsbestemmelse, som åbner adgang til et færøsk selvstyre, som

går ud over loven om Færøernes hjemmestyre eller iøvrigt måtte kunne

indføres uden nogen ny grundlovsbestemmelse, må anses for uhensigtsmæssig“

og, at lóggevararnir í veruleikanum tóku hetta sjónarmið Poul Andersens

til sín við ikki at seta eina slíka reglu í grundlógina. Sum dømi fyri,

at slík broyting kann gerast uttan grundlógarbroyting, kann nevnast, at

tá ið tað bar til í 1940 og í 1948 uttan grundlógarbroyting at gera eina

skipan, sum gekk ímóti orðaljóðinum av tá galdandi grundlógini, so má

hetta løgfrøðiliga eisini bera til í dag, men sum nevnt, hetta krevur

gjølligar løgfrøðiligar kanningar av stýrisskipanarserfrøðingum, áðrenn

niðurstøða kann gerst hesum viðvíkjandi.

Í stýrisskipanarligu heimildunum hevur ígjøgnum tíðirnar dúgliga

verið tjakast um, av hvørjum stýrisskipanarligum slagi heimastýrisskipanin

er. Kendasta kjakið um hendan spurning er millum dr. jur. Poul

Meyer og Edvard Mitens, landsrættarsakførara. 44 Dr. Meyer førir fram,

68

42 . Betænkning afgivet af forfatningskommisionen af 1946. J.H. Schultz A/S,

København 1953, bls. 87.

43 . Sí notu 42.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!