24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

taka sær av viðurskiftunum við útheimin, men eftir § 7, stk. 2, hevur

heimastýrið ein ummælisrætt.

Greinin ásetur nærri reglur fyri hesum ummælisrætti, sum verður

framdur á sama hátt sum tá heimastýrið sjálvt ger millumlanda sáttmálar.

Ad § 54:

Fyrimyndin er § 19, stk. 3, í grundlógini.

Tvinni endamál eru við regluni.

– At landsstýrið fær greiðu á, um ein millumtjóða sáttmáli, tað er í

ferð við at gera ella viðmæla ríkisstjórnini at undirskriva, hevur

løgtingsins undirtøku.

– At kunna løgtingið, um landsstýrið er í holt við millumtjóða sáttmála,

sum als ikki hevur tingsins undirtøku, og sum eigur at fáa politiskar

avleiðingar á tann hátt, at misálitisuppskot verður sett fram í løgtinginum

ímóti landsstýrinum.

Uttanlandsnevndin virkar eisini, tá ið tað snýr seg um avtalur, sum

landsstýrið ger við ríkisstjórnina.

Ad § 55:

Greinin er ein endurtøka av galdandi rættarstøðu sbr. heimastýrislógini

§ 5, so sum nærri er frágreitt á bls. 79.

Ad § 56:

Hetta er ein endurtøka av tí rætti, kommunurnar longu frammanundan

hava eftir grundlógarinnar § 82.

Ad § 57:

Greinin er einsljóðandi við § 30 í stýrisskipanarlógini.

Fólkaatkvøða um lógaruppskotið verður bert hildin, um so er, at

hetta verður kravt av einum løgtingsminniluta eftir reglunum í § 16.

Slík fólkaatkvøða kann ikki krevjast, tá málið er samtykt á fyrsta sinni

áðrenn nýval, men kann ikki krevjast fyrr enn eftir endaligu endurnýggjaðu

samtykt løgtingsins eftir nýval.

Ikki verður hildið rætt at broyta mannagongdina fyri broyting av

stýrisskipanarlógini so hon verður samsvarandi broytingarmannagongdini

fyri grundlógini. Verður tað gjørt, at sett verður krav um fólkaatkvøðu,

har 40% av øllum fólkinum í Føroyum skal atkvøða fyri broyting,

og uppskotið skal verða samtykt av tveimum ymiskum løgtingum á

197

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!