24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

hjá løgtingsnevndum, stovnum undir landinum og føroysku kommununum

eigur at fara fram í samstarvi við landsstýrið. Greinin skal ikki

skiljast soleiðis, at hon forðar fyri, at løgtingið hevur parlamentariskt

samstarv við fólkatingið.

Í stk. 2 verður umrødd tann støðan, at landsstýrið innan samvinnuna

við ríkismyndugleikarnar má hava samtykki løgtingsins til at gera avtalur,

sum krevja løgtingsins medvirkan ella avtalur, sum hava størri

týdning.

Ad § 52:

Til stk. 1. Eftir heimastýrislógarinnar § 8, stk. 3 og stk. 4, og sbr.

rættarsiðvenju hevur heimastýrið í ávísum førum heimild at tingast við

og gera avtalur við onnur lond. Greinin ásetur, at landsstýrið hevur

málsræði í hesum førum. Á sama hátt hevur danska stjórnin eftir

grundlógarinnar § 19, stk. 1, heimildina at gera millumtjóða sáttmálar

Danmarkar vegna.

Til stk. 2. Avmarkingar eru fyri landsstýrið á sama hátt sum fyri

donsku stjórnina eftir grundlógini § 19, stk. 1, nevniliga soleiðis, at

landsstýrið ikki hevur heimild at gera millumtjóða avtalur, sum krevja

løgtingsins medvirkan fyri at verða útintar, ella avtalur, sum hava størri

týdning. Hetta skal eisini skiljast soleiðis, at undir somu fyritreytum

kann ein millumtjóða avtala heldur ikki sigast upp. Krevur millumtjóða

sáttmálin ávíst millumtjóða samstarv, sum kostar pening, krevur sáttmáli

løgtingsins góðkenning av tí, at játtan krevst á fíggjarlógini.

Til stk. 3. Ansast má eftir, at altíð er samsvar millum millumtjóða

skyldur og lóggávuna í Føroyum. § 55 skipar so fyri, at ein løgtingslóg

ikki hevur gildi, um hon gongur ímóti millumtjóða sáttmála, men

umrøður ikki ta støðu, at sáttmálin krevur, at serlig lóggáva verður

gjørd. Tí ásetur stk. 3, at landsstýrið leggur fram uppskot til tær løgtingslógir

og tey ríkislógartilmæli, sum neyðug eru fyri at útinna millumtjóða

sáttmála samstundis, sum sáttmálin verður góðkendur. Tá verður altíð

samsvar millum lóggávuna og sáttmálan. Verður sáttmálin góðkendur,

verður lóggávan eisini framd; verður lóggávan ikki framd, verður sáttmálin

ikki góðkendur. Øll vandamál eru tó ikki loyst við stk. 3 við tað,

at tað ikki er heilt óvist, at millumtjóða sáttmálar eru galdandi fyri

Føroyar í dag, sum krevja ávísa lóggávu av okkum, sum ikki er gjørd, og

hetta mál loysir stk. 3 ikki.

Ad § 53:

Heimastýrislógin § 5 ásetur, at ríkismyndugleikarnir í høvuðsregluni

196

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!