You also want an ePaper? Increase the reach of your titles
YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.
Landsstýrið hevur eftir § 10 í stýrisskipanarlógini rætt til at leggja fyri

løgtingið uppskot til lógir og aðrar samtyktir. Landsstýrið er sbr. § 6

samlað kollegium ella ein meiriluti. Sostatt hevur einsamallur landsstýrismaður

ikki slíka heimild, málið skal verða viðgjørt á landsstýrisfundi.

Ríkisumboðsmaðurin hevur ikki heimild at leggja fyri løgtingið

uppskot, hetta má hann gera ígjøgnum landsstýrið.

Sbr. § 3, stk. 2, í stýrisskipanarlógini skulu løgtingslógir verða orðaðar

á føroyskum og donskum, og má avleiðingin av hesum verða, at

kravt er, at uppskotini til løgtingslógir eru á báðum málum. Greinin er

ikki kravd eftir heimastýrislógini og var ikki í upprunauppskoti Mitens,

men er komin upp í uppskotið undir viðgerðini í 7-manna nevndini.

Ikki er løgfrøðiliga greitt, hvør tekstur er hin avgerandi, um mótstríð

er millum føroyska og danska tekstin. Helst verður hetta avgjørt við eini

ítøkiligari meting.

Av dómum kunnu nevnast:

Í dómi eystara landsrættar 05.10.1987 (mál 310/1987) var fyri spurningurin

um frádøming av førarabrævi eftir § 59 a í ferðslulógini, tí at

koyrt var 30 km skjótari enn loyvt. Eftir føroyska tekstinum „kunnu“

førararættindini verða frádømd, eftir danska tekstinum „skal“ frakendelse

ske. Lesur ein føroyska tekstin, so er tað upp til dómsvaldið sjálvt

at gera av, um frádømast skal, lesur ein danska tekstin, so er hetta

eingin metingarspurningur hjá dómsvaldinum; førararætturin er mistur.

Landsrætturin legði til grundar, at danski teksturin hevði gildi í ávísa

førinum framum hin føroyska út frá fyribúgving lógarinnar (forarbejder

og motiver), við tað at mistak var í umsetingini.

Í hægstarættardómi, Ugeskrift for retsvæsen 1959, bls. 170, var spurningurin

um, hvør hevði rætt til ávísan studning úr landskassanum. Eftir

løgtingslóg nr. 10 frá 1. apríl 1955 var studningur latin eftir § 1 til

„fiskimenn, sum røkja útróður úr føroyskari havn ella plássi“, og í

danska tekstinum „fiskere, der driver bådfiskeri fra færøsk havn eller

plads“. Landsstýrið vildi ikki gjalda studning til allar bátar, bert opnar

bátar við tað, at studningurin sbr. viðmerkingunum var ætlaður sum

eitt endurgjald fyri hækkaðar bensinprísir, og størru bátarnir brúktu

ikki bensin. Hægstirættur legði dent á lógartekstin og staðfesti, at allir

útróðrarbátar høvdu krav uppá studning, eisini dekksfør. Tað, sum

hevur áhuga í málsliga sambandinum, er, at hægstirættur hevði biðið

um eina málsliga útgreining av orðinum „útróður“, sum dentur var

lagdur á.

Uppskot til løgtingslógir skulu hava 3 viðgerðir á løgtingi sbr. stýrisskipanarlógini

§ 23, uppskot til samtyktar 2 viðgerðir sbr. tingskipanini

86