24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

dagur sunnudagur, tá dagin eftir sbr. § 7, stk. 1, í stýrisskipanarlógini.

Tingsetan varar so, til løgtingsformaðurin hevur ásett, at tingsetan er

slitin sbr. § 7, stk. 2. Løgtingsformaðurin hevur sbr. § 7, stk. 4, í stýrisskipanarlógini

heimild at stevna løgtinginum til eykatingsetu, og skyldu

til tess hevur hann, um løgmaður ella helmingurin av tingmonnunum

krevur tað.

Ein gjøgnumgongd av løgtingstíðindum sýnir, at fyribrigdi løgmansrøða

á ólavsøku ikki er gamalt. Í 1956 73 tók upp seg tann siður, at

løgmaður, tá ið tingið á ólavsøku er sett, heldur eina røðu fyri løgtinginum

um støðu landsins. Hetta er ikki stýrisskipanarliga ásett, men

hevur helst sín uppruna í grundlógini § 38, stk. 1, har ásett er, at tá ið

fólkatingið kemur saman, so heldur forsætismálaráðharrin røðu um

støðu ríkisins og § 38, stk. 2, har ásett er, at fólkatingið so seinni

umrøður hesa røðu.

Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn, sbr. stýrisskipanarlógini §

17, men løgmaður hevur heimild at kalla tingið saman aðrastaðni í

Føroyum. 74 – Einki verður nevnt, um løgtingsformaðurin eisini hevur

slíka heimild. Helst hevur hann tað eftir javndømi (analogi) í § 17.

Løgtingsformaðurin hevur heimildina at kalla inn til fundar í øðrum

førum enn teim, løgmaður hevur heimildina, sbr. § 7, stk. 3 og 4, og § 8.

Eisini er hetta ásett í tingskipanini § 6.

Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaðurin hava sbr. stýrisskipanarlógini

§ 25 rætt at møta á fundum løgtingsins og at taka orðið

eftir reglunum í tingskipanini. Atkvøðurætt hava teir ikki, uttan so at

teir samstundis eru valdir tingmenn.

heimildir á. Ávísar bókmentir siga skrúðgonguna í og úr kirkju í samband við

tingsetan vera elligamlan sið, men torført er at tíðarfesta henda sið. Tað stendur

tó ið hvussu so er fast, at løgmaður, tingmenn og prestar fóru í kirkju áðrenn

tingfund, og tað er tí nærliggjandi at halda, at onkursvegna hevur verið gingið

í skrúðgongu. Hevur hetta verið gamal siður, so er hann ið hvussu so er tikin

uppaftur, tá løgtingið varð endurreist í 1852, og hevur hann síðan hildið sær til

hendan dag. Siðurin í okkara øld hevur ikki verið heilt einsháttaður, og heimildir

eru, ið vísa, at ikki hevur luttøkan í skrúðgonguni altíð verið eins stór. Um sjálva

gonguna í okkara øld er at siga, at fyri 1948 var hon í høvuðsheitunum skipað

soleiðis, at stundum gingu tingformaður og próstin fremst, stundum amtmaður

og próstin. Eftir 1948 hava løgmaður og ríkisumboðsmaður altíð gingið fremst,

síðan ávikavist løgtingsformaður og próstin/biskupur, men frávik frá hesari

meginreglu kunnu hava verið.“

73 . Løgtingstíðindi 1956, bls. 3.

74 . Í notatinum, nevnt í notu 72, verður sagt „Løgting er bert einaferð, vit vita um,

hildið uttan fyri Havnina. Hetta var í 1651, tá tingið orsakað av umfarssjúku

varð hildið í Kirkjubø.“

85

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!