24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

oytingum, 63 kunnu troðka løgtingslóg til viks, eitt nú at deyðadómur 64

ikki er loyvdur, at revsandi lógir ikki kunnu hava afturvirkandi gildi, at

tvingsilsarbeiði ikki er loyvt, at ávís rættartrygd er, at trúarfrælsi er, at

talufrælsi og nógv onnur rættindi eru, sum nevnd eru í sáttmálanum.

Gongur løgtingslóg ímóti sáttmálanum, troðkar sáttmálin løgtingslógina

til viks.

Somuleiðis hava kvinnur fyri ein part beinleiðis tey javnrættindi, sum

standa í millumtjóða sáttmála frá 18. desember 1979 um avtøku av

øllum kynjamismuni ímóti kvinnum. 65

Avleiðingin av § 5, stk. 1, í heimastýrislógini má tó ikki misskiljast

soleiðis, at til ber at grunda ein rætt á millumtjóða sáttmálan. – Tað ber

ikki til. – Millumlanda sáttmálin kann bert føra við sær, at løgtingslóg

ikki hevur gildi, men hann setur onga rættarstøðu ístaðin, og rættarstøðan

má tá dømast eftir, um eingin løgtingslóg var á hesum øki. Sum

dømi kann nevnast, at rættur kann ikki grundast á grein 11, stk. 1, d), í

áðurnevnda sáttmála um mismun ímóti kvinnum, sum inniheldur krav

um ásetingar um somu løn fyri sama arbeiði, við tað at eingin lóggáva

fremur slíkan ójavna, og sáttmálin tí ikki kann troðka lóggávuna til viks

á hesum øki. Eitt rættarkrav kann ikki grundast á grein 11, stk. 1, d), av

tí at millumtjóða sáttmálar sum kunnugt ikki hava innanhýsis gildi í

einum landi, men bert eru fólkarættarliga bindandi.

At enda kann nevnast, at eftir heimastýrislógini kann ella má ikki

gerast munur á føroyingum og dønum í lóggávu ella umsiting, uttan so

tað snýr seg um val til føroyskar stovnar, sbr. § 10, stk. 2, og at

avleiðingin av at gingið verður ímóti hesum forboði á sama hátt sum

omanfyri nevnt, má verða ógildi. 66

80

63 . Sáttmálin er viðheftur sum skjal til lóg nr. 285 frá 29. apríl 1992. Sáttmálin fekk

gildi við bekendtgørelse nr. 41 af 03.10.1953 jfr. bekendtgørelse nr. 20 af

11.06.1953 uttan fyrivarni viðvíkjandi Føroyum. Heitið av sáttmálanum er lyst

í Dimmalætting nr. 87 frá 31.10.1953.

64 . Deyðadómur er annars í gildi í Føroyum enn sbr. lóg nr. 114 af 07.05.1937:

Militær straffelov § 34, 35 stk. 1, § 37 stk. 2 § 43 stk. 3, § 45, § 50 stk. 2 og § 51,

men av tí, at hetta er ríkislóg, troðkar mannarættindarsáttmálin ikki til viks hesa

lógareglu.

65 . Lovtidende C, Bekendtgørelse nr. 83 frá 09.09.1983

66 Í Ugeskrift for retsvæsen 1983, bls. 986, er prentaður ein dómur hjá eystara

landsrætti, har dømt var, at fyrisiting landsstýrisins fyri serligum undantaksloyvi

sbr. tágaldandi skattalógini var ólóglig, tí at dentur var lagdur á, at umsøkjarin

við uppvøkstri í Føroyum hevði fingið eitt fast tilknýti til Føroya.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!