24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

tingi, og t.v.s. til øvugdømis, at ikki verður kravt, at hon skal verða

staðfest og kunngjørd av løgmanni, fyri at skattur skal kunna krevjast

inn.

Eingin útreiðsla má verða goldin, sum ikki er heimilað í fíggjarlóg, tó

kann peningur verða goldin í 3 mánaðir eftir fíggjarárslok fyri útreiðslur,

hildnar í farna ári eftir tágaldandi fíggjarlóg – sbr. § 21, stk. 2.

§ 22 ásetur, at løgtingið velur ein ella fleiri løntar roknskapargrannskarar.

Teir granska ársroknskapirnar og ansa, at inntøkur landsins allar

eru taldar, og at einki er goldið uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari

heimildarlóg. Ársroknskapirnir verða við viðmerkingum grannskaranna

lagdir løgtinginum at samtykkja. Grannskoðaraviðurskifti landskassans

verða eftir somu grein at skipa nærri við løgtingslóg. Hetta er gjørt við

løgtingslóg nr. 16 frá 26.04.1965 um grannskoðing av landsins almennu

roknskapum.

Stýrisskipanarlógin kann ikki broytast á sama hátt sum løgtingslógir

annars. Eftir § 30, stk. 1, í lógini krevst, at lógin er samtykt eftir 3

viðgerðir í eini tingsetu, nýval verður útskrivað, at nýsamankomna

løgtingið av nýggjum samtykkir lógina eftir 3 viðgerðir í fyrstu tingsetu,

og at lógin síðani verður staðfest av løgmanni. Í stk. 2 er sett inn ein

serregla frá 1985 um, at verður heimastýrislógin broytt, kunnu broytingar

í stýrisskipanarlógini, sum eru orsakaðar av broytingini, gerast

eftir vanligu mannagongdini fyri løgtingslógir. Løgtingslógin um umboðsvald

Føroya skal ikki broytast eftir § 30 mannagongdini, men sum

vanlig løgtingslóg.

Spyrjast kann: Hvussu kundi eitt løgting saman við einum løgmanni

í 1948 gera av, at stýrisskipanarlógin ikki kundi broytast, uttan at hon

var samtykt av løgtinginum bæði fyri og eftir val? Stýrisskipanarlógin er

í grundini bert ein vanlig løgtingslóg, sum átti at kunna verið broytt

eftir vanligari mannagongd, og eingin heimild er í heimastýrislógini

ella aðrari lóg at áseta serliga broytingarmannagongd. Hóast hetta er

løgfrøðiliga greitt, at henda áseting hevur fult løgfrøðiligt gildi. – Heimildin

er rættarsiðvenja. – Broytingarmannagongdin er ásett í 1948, og

einki løgting og eingin løgmaður eftir hetta hava viljað sett hesa reglu til

viks. Í 1971, 1975 og 1985 verður reglan eisini fylgd av teim løgtingum

og løgmonnum, sum tá sótu, tá ið broytingar vóru framdar í stýrisskipanarlógini

út frá eini sannføring um, at henda regla er løgfrøðiliga

bindandi.

99

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!