24.07.2013 Views

KAP. 4.

KAP. 4.

KAP. 4.

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

At meiriluti av øllum tingmonnum, og ikki bert vanligur meiriluti,

skal atkvøða fyri misáliti, kemst av, at tað sbr. tilnevningarskipanini av

løgmanni krevst, at meiriluti av øllum tingmonnum skal atkvøða ímóti

uppskoti løgtingsformansins fyri, at tað skal falla, og má hetta tí eisini

krevjast, fyri at misálit skal fáa avleiðingar.

Ad § 32:

Fyri tí, at løgmaður fer frá, kann fyrisiting landsins ikki steðga púra upp

soleiðis, at eingin avgerð verður tikin, men hon kann heldur ikki halda

fram, sum einki var hent. Av hesi orsøk verður tí í hesi grein ásett, at

teir halda fram, til nýggj tilnevning er farin fram, men bert kunnu taka

tær avgerðir, sum eru alneyðugar til tess, at vanliga fyrisitingin kann

halda ótarnað fram. Rættin at skriva út nýval hevur løgmaður tó sbr. 3.

pkt. í ásetingini í upp til eina viku eftir misálitið. Grundgevingin er, at

løgtingið og landsstýrið ansa eftir, at javnvág er teirra millum, og tí má

bera til hjá løgmanni at sýna sítt misálit á løgtingið við at skriva út

nýval, um so er, at løgtingið sýnir honum misálit. Frestin er sett til eina

viku, fyri at greiða kann fáast á, hvussu veruliga støðan er tá.

Greinin fevnir ikki um tað førið, at nýval er útskrivað, tá ið landsstýrið

áðrenn valið framvegis situr eftir løgtingsval, uttan so er, at løgmaður

leggur frá sær, ella tað fær nývalda løgtingsins misálit, ella áðrenn

nývalið hevði fingið gamla tingsins misálit. Landsstýrið hevur tá sínar

fullu heimildir, og hevur løgtingið ikki álit á, at landsstýrið hevur hesar

heimildir undan vali og eftir val, kann tingið koma saman og atkvøða

fyri misáliti við tað, at lógligt løgting altíð er; gamla løgtingið til og við

nýggja løgtingið er sett og nýggja løgtingið hereftir.

Ad § 33:

Til stk. 1. Løgtingið og landsstýrið eru eftir uppskotinum tveir ymsir

óheftir stovnar við hvør sínum málsøki og hava m.a. til arbeiðis at ansa

eftir, at javnvág er teirra millum.

Av hesi orsøk eigur ikki at bera til at vera í báðum hesum stovnum

samstundis.

Harumframt eru bæði hesi størv so krevjandi, at eingin hevur arbeiðsorku

til lítar at taka sær av báðum hesum størvum í senn.

Til stk. 2. Slík lóggáva er ásett við løgtingslóg nr. 10 frá 08.01.1993

um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

Ad § 34:

Til stk. 1. Við hesi grein verður sonevnd ministerialskipan sett á stovn í

188

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!